Annika: D&V gjørdi samrøðu klokkan 13.00 í dag

- Samrøðan varð gjørd um 13.00 mundið í dag og eg segði eisini tað vóru aðrir meira áhugaverdir møguleikar enn tann táverandi, sigur Annika Olsen.

- Samrøðan varð gjørd um 13.00 mundið í dag og eg segði eisini tað vóru aðrir meira áhugaverdir møguleikar enn tann táverandi, sigur Annika Olsen.

 

Tað er fallið mongum fyri bróstið, at Annika Olsen rósti Heðini Mortensen í sjónvarpinum bert tveir tímar áðrenn tíðindafundin um nýggju samgonguna. Men Annika Olsen sigur, at tá segði hon eisini Kringvarpinum, at hon hevði ikki fingið í boðið at gerast borgarstjóri saman við Tjóðveldinum og Framsókn.

 

- Eg segði, at tað hevði verið áhugavert og meira enn tað, sum var tá. Eg hevði tó ikki tosað við hvørki Tjóðveldi ella Framsókn tá, so tá var støðan ein heilt onnur, sigur Annika Olsen.

 

Hon vísir á, at løtu seinni hitti hon og Bogi Andreasen umboð fyri hesar báðar flokkarnar og innan ein tíma vóru tey samd um at skipa samgongu.

 

- Tað er sjálvandi harmiligt, tá ið slíkt hendir, men hetta er politikkur, sigur Annika Olsen.