Annika: Hetta er politikkur

- Samgongusamráðingar í Havn fara fram á ein óvirðiligan og óprofessionellan hátt, sigur Annika Olsen.

- Samgongusamráðingar í Havn fara fram á ein óvirðiligan og óprofessionellan hátt, sigur Annika Olsen.

 

 

Í kvøld vendi alt á høvdið í Havnini. Eftir at tað í morgun gjørdist greitt, at Heðin Mortensen hevði skipað samgongu saman við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, eru samráðingarnar tó slitnaðar, og nú er Heðin Mortensen fallin.

 

Annika Olsen sigur við in.fo í kvøld, at hon skilur væl, at Heðin Mortensen er vónbrotin, men sannleikin er, at samráðingarnar á Høllini á Hálsi í Havn eftir hvørt val, eru so óvirðiligar, og tað er ein av orsøkunum til kollveltingina.

 

- Tú situr aftaná úrslitið inni í einum rúmi og torir hvørki út ella á ves, tí ert tú bangin fyri onkur annar skipar samgongu tað løtuna. Fyrr enn tú sleppur at sova mást tú also skriva undir eitt samgonguskjal, sigur Annika Olsen.

 

Í dag hittu Annika Olsen og Bogi Andreasen umboð frá Tjóðveldi og Framsókn og innan ein tíma gjørdist greitt, at flokkarnir vildu standa saman um samgongu og um Anniku Olsen sum borgarstjóra.

 

- Tað er harmiligt, tá ið slíkt hendir, sum hendi her. Men hetta er politikkur, sigur Annika Olsen.

 

Nú tað sigst, at Heðin Mortensen setur løgtings samgonguna uppá spæl er spurningurin, um Annika Olsen kennir seg trygga í sessinum.

 

- Eg havi álit á Tjóðveldi og Framsókn, sigur hon.