Annika Hoydal á Summarfestival

Hon hevur lagt rødd til eina langa røð av kendum sangum, og nú skal hon

fyri fyrstu ferð spæla á landsins størsta tónleikafestivali

 

Annika Hoydal hevur síðani sekstiárini verið virkin sum songkvinna,

sjónleikari og tónaskald. Tá ið tað snýr seg um tónleik, hevur hon lagt

rødd til eina ørgrynnu av sangum, sum flest allir føroyingar kenna.

 

Hon var songkvinnan hjá Harðaliðnum, sum spældi saman í mong ár, og seinnu

árini hevur hon spælt saman við Jógvani Dahl, sum eisini var partur av

Harkaliðnum, og Eyðun Mohr Hansen og Kaj Johannesen. Tey hava havt fleiri

framúr góðar framførslur á konsertum og festivalum heima og burturi.

 

Og nú er tíðin komin, at Annika Hoydal fer á landsins størsta pall at

framføra allar sínar kendu sangir. Annika Hoydal og bólkur hennara spæla á

Summar Festivalinum, sum verður hildin í Klaksvík dagarnar frá 8. til 11.

august.