Fólkaflokkurin í Havn er eisini komin undir land við uppstilling til býráðsvalið, sum verður 8. november.
Tað sigur Annika Olsen, sum er forkvinna í Havnar Framburðsfelag, valfelag Fólkaflosins í Havn.
– Vit hava havt 1. og 2. uppstillingarfund, og á seinasta fundi, sum var í juni, fekk nevndin heimild at gera listan lidnan. Tað vænta vit at gera í næstu viku, sigur Annika Olsen.
Tá Annika Olsen í januar fór aftur upp í Fólkaflokkinum, gloppaði hon møguleikanum, at hon stillar upp aftur til býráðsvalið fyri Fólkaflokkin. Men tann støðan er ikki greið enn.
– Eg havi ikki tikið endaliga støðu til tað enn. Mín trupulleiki er, at eg trívist so væl í landspolitikki, at eg vil illa sleppa tí, sigur Annika Olsen.
Hon hevur ta avgjørdu støðu, at somu fólk ikki skulu sita í býráðnum og í løgtinginum. Hon legði sjálv sum landsstýriskvinna í kommunumálum fram uppskot um at nokta fulltíðarsettum borgarstjórum at kunna taka sæti á tingi.
– Men eg vildi farið nógv longur. Tí eg haldi als ikki, at somu fólk skulu umboða flokkin í bæði býráð og á tingi.
Men sum andstøðupolitikari í løgtinginum, hevur tú so ikki stundir at røkja eitt starv sum býráðslimur í Havn eisini?
– Tað snýr seg ikki um, hvat eg havi stundir til. Hetta hevur nakað við fólkaræði at gera – tað smalkar fólkaræðið, at somu fólk ikki sita í øllum sessum. Eg fór sjálv úr Tórshavnar Býráð, tá eg varð vald á ting í 2008, sigur Annika Olsen, sum ikki fæst at koma við greiðum svari upp á hendan spurningin.
Hon vísir aftur, at hon skal vera borgarstjóravalevni hjá Fólkaflokkinum.
– Vit hava tað sama sum aðrir flokkar, at tann sum fær flestar atkvøður verður borgarstjóravalevni, so tað vita vit ikki, fyrr enn valið hevur verið, sigur hon.
Hóast greitt svar ikki fæst frá Anniku Olsen, so skilst á fólki, sum standa Fólkaflokkinum í Havn nær, at hon ikki verður millum valevnini til býráðsvalið. Men greitt er, at báðir býráðslimirnir hjá flokkinum, Sjúrður Olsen og Bogi Andreassen, stilla uppaftur.