Tað er lítil og ongin munur á hesum hjálparpakkanum til fátæk í Føroyum, og tí, andstøðan legði framm í mai.
Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðaflokkin.
Seinastu mánaðirnar er kikarin rættiliga settur á korini hjá fátækum familjum í Føroyum og í kjalarvørrinum á ein sending hjá KvF, og átakinum, Ímeðan vit bíða” hjá Miðlahúsinum, legði andstøðan uppskot fyri Løgtingið um at hækka veitingarnar til tey allarfátækastu.
Men tað vildi samgongan ikki. Ístaðin samtykti hon at gera sítt egna uppskot og valdi samstundis ein fylgibólk við einum umboði úr hvørjum flokki at vera við í arbeiðnum.
Og nú er eitt uppskot gjørt um ein hjálparpakka, sum gevur ávísum familjum rætt til eitt fíggjarligt ískoyti.
Les eisini: Tey fátækastu fáa 20.000 krónur afturat
Eyðgunn Samuelsen umboðaði Javnaðarflokkin í uppskotinum, og hon heldur, at hetta er ikki annað enn at stoyta gamalt vín á nýggjar fløskur, tí tað, sum nú liggur á borðinum, er lítið og onki øðrvísi enn tað, andstøðan legði fram.
Men uppskotið, sum nú liggur á borðinum, hjálpir kanska fleiri børnum, sigur hon
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hana greiða frá, hvat hon heldur um ætlanina, sum samgongan nú ætlar at seta í verk.