Annika Olsen til reiðar at leggja frá sær

- Klári eg ikki at loysa trupulleikan fyri jól, eri eg til reiðar at fara frá og so kann onkur taka yvir.

So greiða støðu hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Tað er ein ætlan um at inntøkan hjá pensjónistahjúnum skal mótroknast í í pensjónum.

Beint fyri valið samtykti Løgtingið, at inntøkan hjá hjúnaðfelaga skal ikki mótroknasty í pensjónini hjá hinum hjúnafelaganum.

Síðani er tað tikið av aftur, so at nú verður inntøkan hjá hjúnafelaga aftur mótroknað í pensjónini hjá hinum hjúnafelaganum.

Annika Olsen hevur annars lagt uppskot fyri Løgtingið um at mótroknað inntøkuna og tað uppskotið skuldi eisini koma til viðgerðar um eina løtu.

Tað merkir, at nakir pensjónistar fara at missa pensjón.

Javnaðarflokkurin hevur skotið upp at strika mótrokningina og tað hevur elvt til hvassligan orðadrátt í Løgtinginum.

Nógv tingfólk finnast hvassliga at, at inntøkan hjá hjúnafeløgum verður mótroknað í pensjónini hjá hinum hjúnafelaganum.

Annika Olsen viðgongur, at hetta er eitt mál, sum smakkar henni sera illa.

Og tað endaði við, at hon lovaði at finna eina loysn á málinum, so at inntøkan als ikki verður mótroknað longur.

Hon hon fór so langt, sum at seta sín landsstýrissess í veð.

Tískil staðfesti hon, at kláraði hon ikki at loysa málið fyri jól, var hon ikki longur verd at sita sum landsstýriskvinna í almannamálum og so fer hon frá, so at onkur annar kann taka yvir.

Tískil mælti hon til, at uppskotið, hon hevur lagt fyri Løgtingið, verður tikið av skrá og fer aftur í nevnd