Annika Fríðheim Petersen og hennara liðfelagar í Nykøbing Falster tóku í kvøld móti Súnu K. Hansen, Lív S. Poulsen og teirra liðfeløgum í Ajax í heimadysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Nykøbing Falster vann ein sannførandi 32-24 sigur. Í steðginum var Nykøbing Falster á odda 17-11.
Annika bjargaði 6 av 27 málroyndum í málinum hjá Nykøbing Falster. Súna skoraði eitt mál og legði upp til fýra onnur mál, og hon vann eisini liði sínum eitt brotskast.
Ígjár vann liðið hjá Pernille Brandenborg, Keypmannahavn 30-27 (18-12) á Silkeborg Voel á útivølli. Pernille skoraði tvey mál fyri Keypmannahavn.
Keypmannahavn og Nykøbing Falster hava vunnið seg í endaspælið, meðan Ajax er í tungum sjógvi.
Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
1 | Odense | 21 | 39 |
2 | Team Esbjerg | 21 | 35 |
3 | Ikast | 21 | 30 |
4 | Keypmannahavn | 21 | 28 |
5 | Viborg HK | 21 | 27 |
6 | Nykøbing Falster | 21 | 26 |
7 | Silkeborg-Voel | 22 | 21 |
8 | Aarhus United | 21 | 17 |
9 | Horsens | 21 | 16 |
10 | Ringkøbing | 22 | 13 |
11 | SønderjyskE | 22 | 10 |
12 | Ajax | 21 | 7 |
13 | Skanderborg | 21 | 7 |