Ansið eftir talu-banan-unum!

Løgmaðurin hevði talað. Drottningin hevði talað. Og so komu talubananarnir.

Útvarp Føroya, ið má haldast fyri at vera ein álítandi kelda, hevði nýggjársaftan 2001 vágað sær umborð á ?Sovereign Explorer? og kundi siga frá, at talubananarnir gera um seg í Føroyum ? sjálvt á einum prestakonventi. Nú skulu talubananarnir ikki mistakast fyri talubanarnir í Afghanistan, tí at teir hoyra jú júst til í Afghanistan, og vit eru í Føroyum. Nei, talubananarnir eru sambært upplýsingunum ein føroysk rørsla um enn við einum meira ella minni ósjónligum netverki um allan heimin og við greiðum og týðuligum rótum aftur í tíðina. Talubananarnir vilja aftur til ?tey gomlu virðini? og ?tær gomlu skriftirnar?. Ein skuldi næstan hildið, at teir høvdu samband við ein fyrr nú deyðan týskan munk, Luther. Hann var jú kendur fyri at vilja ?aftur til keldurnar?, og helt hann eisini fast upp á ?Skiftin eina?. Ja, hann skrivaði beint fram eitt stríðsrit ímóti tíðarinnar førandi humanisti (Erasmusi) við heitinum ?Um hin trælbundna viljan?. Í hesum riti skrivar hann: ?Uttan Orðið er lívið prísgivið ótryggleika og myrkri?. Nøkur ár frammanundan hevði hann skrivað í formæli sínum til Hitt gamla Testamenti: ?Lýdni móti orði Guðs er tað, sum ger allar gerðir stórbærar og góðar.? Hetta misteinkiliga sambandið millum talubananarnar í Føroyum og hin fyrrverandi týska munkin átti at verðið kannað nærri.
Nú er tað ikki gott at vita, hvussu nógvir talubananar eru í Føroyum, og hvussu stóra ávirkan teir hava, men sum ein og hvør veit, so mugu óynsktar plantir helst verða tiknar upp við rótini beinanvegin. Og hava vit tá eisini í farna ári sæð, hvussu nøkur hava tikið stríðið upp móti hesum talubananunum. Ella rættari sagt: Hildið fram við stríðnum.
Talubananarnir tykjast í ávísum bygdum at hava fingið sæti í teimum sokallaðu kirkjuráðum, og hvat kann tað ikki føra til, um onnur skuldu fingið sama hugskot sum hin týski munkurin, at kirkjan skal halda seg til Hina heilagu Skrift eina. Sjálvt á hægsta staði hava tey sæð skriftina á vegginum, og kundu vit tí eisini í Dimmalætting hin 9/3-2001 síggja eina biskupaliga áheitan um at fáa hesar talubanananar út úr kirkjuráðunum á næsta vali. Eisini ein fyrrverandi sóknarprestur hevur sæð skriftina á vegginum og kom við eini greiðari jólakvøðu í Sosialinum hin 22/12-2001. Hann kallar teir tó ikki fyri talubananar, men nakrar, sum líkjast talebanum. Hesin fyrrverandi sóknarpresturin játtar beint fram, at hann ikki trýr á Skriftina sjálva, men á Faðirin, Sonin og Halga Andan, og ávarar móti teimum, sum eisini trúgva á Skriftina. Hvussu ein so kann trúgva á ein persón, men ikki á tað, hann sigur, má standa í tí óvissa. Talubananarnir trúgva sambært álítandi keldum í roynd og veru eisini á Faðirin, Sonin og Halga Andan, men ikki í andstøðu til ella sundurskilt frá Hinu heilagu Skriftini. Teir siga, at tað er júst gjøgnum Orðið, Hina heilagu Skriftina, at Faðirin, Sonurin og Halgi Andin opinberar seg og ger seg kendan (tað segði eisini hin týski munkurin ? men tað var jú ivaleyst tí, at tað stóð í Hinu heilagu Skriftini), og uttan um Orðið ella í andsøgn til Orðið kenna vit ikki Guð. Jú, tað er ein heimur á muni á, hvat ið hesir talubananararnir standa fyri, og hvat ið so hesir tveir av fólkakirkjumonnunum játta seg til. Onnur hava sæð henda týðuliga munin, og hvat kundi tað ikki ført til, um børnini vórðu ávirkað av talubananunum. Á einum staði vórðu nakrir av leiðarunum í einum barnaarbeiði mistonktir fyri at halda við hesum talubananunum, tey gjørdu nevniliga sum talubananarnir gera, og tí var tað bara eitt at gera. Hesir leiðarar og barnaarbeiði teirra varð útihýst úr kirkjuni við ársins byrjan (2001), so at tað kundi verðið farið undir eitt nýtt við øðrum fortreytum. Tað var ikki hitt einasta staðið, hvar tikið varð til útihýsing í árinum. Nei, tað skal uttan iva verða ansað eftir hesum talubananunum, gomlu virðum teirra og Heilagu Skrift.
Men tað eru fleiri vandar at gera vart við, tá ið ræður hesar talubananarnar. Hvat við smittuávirkanini í øðrum samanhangum enn teimum omanfyrinevndu? Hvat kann ein sovorðin smitta ikki føra til? Einleiki gevur styrki, og hvør styrki var tað ikki, tá ið biskupur, 15 prestar og ein røð av fólkakirkjulimum kundu ganga saman í fylking móti nøkrum, sum líktist eini talubananskari atgerð, tá ið m.a. teir donsku biskuparnir eftir ætlanini hjá nøkrum skuldu prædika. Jú, teir tóktust sigra, ikki talubananarnir, men teir, ið settu valdið fram um Skriftina. Men hygg nú; síðan fóru nakrir av hesum fólkakirkjulimunum at hugsa um tað, teir høvdu gjørt, nú eisini var rætt. Ja, nakrir teirra iðraðu seg beinleiðis um, at teir skrivaðu undir. Og smittan hevur spreitt seg. Tí síðan iðraði nevniliga ein av teimum 15 prestunum seg um, at hann skrivaði undir, og so fór aftur ein annar av teimum 15 prestunum út og segði, at júst teir somu biskuparnir hava gjørt kirkjuna til eitt ránsmannabøli. Hann skrivaði: ?Vit hava gjørt heimin til eitt ránsmannabøli. Og hesin veruleiki hóttir eisini okkum sum kirkju. Vit vilja gera guðstænastuna til undirhald uttan álvarsemi. Tað ónda hóttir eisini okkum kristnu. Hetta, at summi halda, at loyvi skal gevast at víga samkynd, ber boð um, at Guðs kirkja er hótt. Hennara grundarlag er hótt. Tað eru menniskju, sum vilja gera kirkju okkara til eitt ránsmannabøli, eins og heimurin er vorðin eitt ránsmannabøli. Minst til, at kirkjunnar fíggindar finnast ikki uttanfyri kirkjuna; men teir finnast á ovastu rók í kirkjuni. Enn er tíð at venda um og taka eitt nýtt sinnalag fyri. Kenna vit vitjunartíð okkara??(Sosialurin hin 24/11-2001). Ein skuldi næstan trúð, at tað var skrivað av einum talubanani.
Men talubananarnir eru vandamiklari enn sum so. Tað kom eisini týðuliga til sjóndar í kjakinum á prestakonventinum umborð á ?Sovereign Explorer?. Tað snúði seg um kvinnurnar. Og tað er væl satt, at talubananarnir t.d. ikki fara til guðstænastu hjá kvinnum. Og tað geldur enntá eisini teir kvinnuligu talubananarnar. Teir pástanda nevniliga, at tað er av størri týdningi at vera Guði lýðin enn menniskjum. Tá ið Faðirin, Sonurin og Halgi Andin hava sagt í Orði sínum, at kvinnur skulu ikki vera prestar, so sýta hesir talubananar púra at fylgja við tíðini. At fáa kvinnur til at virka ímóti Guðs Orði er fyri teimum eitt óloyviligt álop á kvinnurnar. Heilt galið verður tað, tá ið greiða fæst á sambandið hjá hesum talubananum við hin uppreistnarsinnaða týska munkin, Luther, tí at hann skrivar í formælinum til 1. Timotheusarbræv: ?Í kap. 2 gav hann boð um at biðja fyri øllum samfelagsstættum, hann setir kvinnum bann fyri at prædika ...? Og í riti sínum ?Um konciliuni og kirkjuna? skrivar hann, at neyðugt er at hava biskupar, prestar og prædikumenn, sum kunnu prædika Guðs Orð, doypa, býta út altargangs sakramente og brúka lyklavaldið. ?Satt er tað, at her hevur Halgi Andin undantikið kvinnur, børn og dugnaleysar manspersónar (undantikið í eini neyðstøðu), sum vit lesa fleiri staðir í brøvunum hjá Paulusi ...... Evangeliið setur ikki úr gildi henda nátúrliga rættin, men staðfestir hann sum Guðs skipan og skapan.?
Sum frá líður verður váttaður ein avdúkandi mistanki. Orðið ?talubanan? er bara eitt dulnevni fyri ?evangelisk-luthersk?.
Spurningurin at enda er so: Hvønn veg skal ávaring okkara fara? Skal tað vera ein ávaring ímóti talubananunum og týska munki teirra, ella skal ávaringin fara hin øvugta vegin? Sambært Skriftini sjálvari er svarið greitt!
Tøkk til Útvarp Føroya, tí at tey høvdu dirvi til at seta hetta í miðdepilin nýggjársaftan umborð á ?Sovereign Explorer?.