Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge sat enn einaferð á beinkinum, tá lið hansara, FC Fredericia á heimavølli á Monjasa Park leikvøllinum hevði møguleikan at tryggja sær uppflyting til bestu deildina, superliguna. Tað hendi um Fredericia vann á heimavølli, og Horsens á triðja plássinum ikki fekk fult móti OB á heimavølli.
Fredericia við Valdemar Birksø í málinum greiddi sín setning og vann stórsigur 5-1 á Hvidovre. Hvidovre var á odda 1-0 í steðginum, men í seinna hálvleiki var Fredericia flúgvandi.
Í Horsens javnaði OB til 2-2 tríggjar minuttir inni í tíðini, ið dómarin hevði lagt aftrat. Tað merkir, at Horsens við 50 stigum kann ikki røkka Fredericia við 58 stigum, nú bert tveir dystir eru eftir at leika. Og so kundi fagnaðurin runga í Fredericia.
Talan er um søguliga hending, tí hetta er fyrstu ferð í søguni, at Fredericia skal royna seg í superliguni.
Fredericia hevur tveir dystir eftir at leika í ovara endaspælinum í næstbestu deildini. Leygardagin 17. mai spæla teir dyst á útivølli móti Horsens, og fríggjakvøldið 23. mai enda teir kappingina við heimadysti móti Kolding, ið má klára seg uttan Meinhard E. Olsen.
Vónandi unnir høvuðsvenjarin hjá Fredericia, Michael Hansen Mattiasi at spæla teir báðar dystirnar sum eru eftir av kappingini, áðrenn Føroyar møta Georgia á útivølli 5. juni, og Gibraltar á heimavølli 9. juni.
Valdemar Birksø, ið hevur vart málið hjá Fredericia síðani 2. august í fjør skal í næstum til Noregs, har hann gerst liðfelagi hjá Jóannesi Bjartalíð í Fredrikstad.