Conference League: Mikkjal og AIK taptu samlað fyri Györ

Málið Györ skoraði á Strawberry Arena gjørdist dýrt

Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm eru úti av Conference League kappingini.

 

AIK tapti á útivølli 0-2 fyri Györ. Á heimavølli vann AIK 2-1, har Györ skoraði seint í dystinum. Júst tað málið gjørdi stóran mun, tí Györ vinnur ein samlaðan 3-2 sigur á AIK.

 

Györ legði seg á odda í 34. minutti. Tá ein tími var leiktur gjørdi Aron Csongvai hjá AIK sjálvmál, og so var Györ samlað á odda 3-2.

 

AIK hevði tann størsta málmøguleikan í 51. minutti, tá Anton Saletros hjá AIK brendi eitt brotsspark, ið kundi givið AIK eina samlaða 3-2 leiðslu í uppgerðini. Ístaðin var tað heimaliðið, ið økti til 2-0, og samlað til 3-2. 

 

AIK má nú ferðast heim og fokusera upp á heimligu kappingina. 

 

Sunnudagin klokkan 13 spælir AIK dyst á útivølli móti IFK Göteborg.