Brasilianski bóltsnillingurin, Willian, fór í verkfall, fyri at sleppa burtur frá felagi sínum, Shaktar Donetsk. Og tað hevur nú givið úrslit.
Kanska ikki heilt tað, hann ynskti, tí allarhelst vinldi hann til eitt europeiskt stórfelag, men tað var steinríka Anzi Machachkala, sum verður nýggja felagið hjá Willian.
Anzi Machachkala hevur goldið heilar 345 milliónir krónur fyri driblisterka brasilianaran, sum nú verður liðfelagi við millum aðrar, Samuel Eto'o.
Enn eru nakrir tímar eftir av keypsglugganum, so enn kunnu fleiri stórir handlar fara fram.