Í gjár avdúkaði Apple á stórum tíðindafundi trý nýggj iPhone-snið. Talan er um trý ymisk snið, sum Apple kallar fyri iPhone XR, iPhone XS og iPhone XS Max.
Nýggju sniðini eru ikki kollveltandi uppá nakran máta, men hava tó nakrar dagføringar og betringar í mun til undanfarnu útgávurnar. M.a. tola tær betri vatn, hava eina nýmenta Face-Id skipan og verða tøkar í fleiri ymsum litum.
Haraftrat kundi Apple eisini almannakunngera eitt nýtt Apple Watch, sum m.a. hevur ein væl størri skerm enn undanfarna sniðið. Nýggja urið kann máta hjartarútmu, og um tú fært eitt anfall av onkrum slag, ringir tað automatiskt til alarmsentralin.
Apple hava áður roynt at gjørt bíligari snildfonir við iPhone SE og iPhone 5C, og nú gera tey aftur eina roynd við einari bíligari útgávu. iPhone XR hevur sama sniðið sum hinar nýggju snildfonirnar, men verður munandi bíligari enn tær.
Tað var í fjør um somu tíð, at Apple avdúkaði iPhone X, iPhone 8 og iPhone 8 Plus. Tí kundi mann rokna við, at vit í ár fóru at síggja eina iPhone 9, men risafyritøkan Apple hevur hesa ferð heldur yvirraskað við bókstavum í heitinum.
Fyrstu nýggju iPhone snildfonirnar koma á marknaðin í morgin, har møguleiki verður at bíleggja tær gjøgnum internetið. Nær tær koma til Føroya, er einki upplýst um enn.
Á videobrotinum omanfyri avdúkar Apple nýggju sniðini á tíðindafundi í høvuðssæti teirra í California, og har ber til at síggja og hoyra meira um nýggju snildfonirnar