Apropos fólkaatkvøðan í 46

- nationalromantisk nostalgi við fiktivum fólkavilja

Regin Eikhólm


Tvey ár undan fólkaatkvøðuni í 46 tvs. í 1944 valdu íslendingar loysing frá Danmark. Íslendingar settu sær sjálvum harðar treytir. Minst 75% av teimum við valrætti skuldu luttaka, og av teimum luttakandi skuldu minst 75% atkvøða ja fyri loysing, fyri at loysingin kundi fáa gildið, svarandi til at minst 56,25% av øllum við valrætti skuldu atkvøða ja. Valluttøkan var útvið 100% og 98% av teimum atkvøddu ja fyri loysing. Ein greið ábending um fólkavilja.
Á fólkaatkvøðuni hjá okkum í 46 atkvøddi 1/3 fyri loysing, 1/3 atkvøddi fyri stjórnaruppskotinum (samband) og 1/3 fór als ikki á val.
Rætt skal vera rætt. Tað var um 1% fleiri atkvøður fyri loysing enn fyri sambandi, men avgerðin um ikki at realisera loysingina út frá so ógreiðari støðu - havandi íslendsku loysingar-treytirnar í huga - má sigast at hava verið skilagóð. Tjóðskaparliga var íslendska valið ikki so ólíkt okkara, og tí er tað relevant við eini samanbering. Rættast hevði sjálvsagt verið at útgreinað hetta innan valið, men talan var ongantíð um nakran føroyskan fólkavilja yvirhøvir

Høgni Hoydal og fiktivi fólkaviljin
Hinvegin kann tað undra, at ein politikari sum Høgni Hoydal ikki tekur íslendsku loysingar-treytirnar upp á tungu í sambandi við umrøðu av valinum í 46. Hann sum annars altíð er altráður eftir at fáa eina meting frá íslendskum serfrøðingum. Faktum er, at Føroyar dumpaðu í øllum teimum íslendsku treytunum fyri loysing, og hesi 60 árini síðani fólkaatkvøðuna í 46 hevur ongantíð verið meirluti í Føroyum fyri loysing og so als ikki eftir íslendska loysingarmodellinum.
At Høgni Hoydal blívur við at tosa um fólkaviljan í 46 er óvirðilig nationalromantisk propaganda, ið mest minnir okkum um fordums, at um ein lygn verður endurtikin nóg ofta, so trúgva fólk tí til síðst. 1/3 fólkavilji er ein fiktivur fólkavilji, sum bert kann brúkast í totaliterum statum, men kanska er tað hagar dreymurin gongur?
Jú hønurnar vurpu og kúgvin mjólkaði eftir valið í 46, sum sagt varð á Eiði, eins og tær gera enn, men tað forslær lítið móti teimum gulleggum, sum Høgni Hoydal dagliga saman við norðuratlansbólkinum fær úr danska statskassan nú 60 ár aftan á fólkaatkvøðuna.
At flestu føroyingar eru vorðnir troyttir av hesi einvegis nationalromantisku propaganda endurtøku, síggja vit best av at málgagnið hjá loysingabólkinum 14. September og seinni Fregnir - bæði eru farin á húsagang, tí ov fá tímdu at halda og enn færri at gjalda fyri tey. Tað er kanska ikki heilt av tilvild at bæði tey stóru bløðini, ið eftir eru  hóast formelt óheft  framhaldandi eru við til at umboða samríkishugsjónina.