Ætlanin hjá tingformanninum var, at í næstu viku skuldi jólafriður valda í tinghúsinum. Í vikuni ásannaði hann, at tað fór at verða neyðugt við politiskum arbeiði í næstu viku, um tað skuldi eydnast at avgreiða mál, sum ætlanin hevur verið at avgreiða fyri nýggjár.
Tingfundur verður mánamorgunin klokkan 9.30. Trettan mál eru á skrá. Fýra mál fáa 3. viðgerð og verða harvið endaliga avgreidd, um okkurt teirra ikki verður beint aftur í nevnd.
Hini málini fara til 2. viðgerð mánadagin. Onnur viðgerð endar við atkvøðugreiðslu, og tey málini, sum verða samtykt við 2. viðgerð skulu eisini til 3. viðgerð, tí talan er um lógaruppskot og broytingar í løgtingslógum.
Einasta undantakið er uppskotið til samtyktar um at siga upp Hoyvíkssáttmálan. Eftir fyrstu viðgerð verður hetta málið beint í uttanlandsnevndina. Tá ið hon er liðug at skriva álit verður onnur og endaliga viðgerðin, sum endar við atkvøðugreiðslu. Uppskot til samtyktar fáa bara tvær viðgerðir.
Tað málið, sum fer at taka longst tíð at viðgera, og har tað er heilt víst, at øll í tinginum og øll í landsstýrinum fara at taka orðið – fleiri ferðir – er uppskotið til fíggjarlóg fyri 2019.
Umframt tingfund mánadagin og ivaleyst eisini ein ella fleiri dagar aftrat verða fleiri nevndarfundir í næstu viku.
Umframt í uttanlandsnevndini, sum skal viðgera málið um Hoyvíkssáttmálan, eru fundir settir at vera bæði í vunnunevndini og rættarnevndini.
Vinnunenvdin fer at hava fund týsdagin 18. desember klokkan 8.30, og fleiri stór mál eru á skrá.
Á skránni eru uppskotið um at einskila P/F Postverk Føroya, uppskot um veiðigjald, uppskot um at útseta kvotuskipanina til 1. januar 2020, uppskot um at strika kvotuskipan og seta inn fiskidagaskipan fyri botnfisk í føroyskum sjógvi, uppskot um broyting í løgtingslóg um landsjørð, uppskot til samtyktar um sundurskiljing av netinum hjá SEV soleiðis, at netparturin verður ein sjálvstøðug eind, og uppskot um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 (leingjan av heimild at taka veiðigjald).
Fundur í rættarnevndini er ásettur at vera mikudagin 19. desember klokkan 8.30.
Á skrá eru fýra mál:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit (Løgfrøðiligt kynsskifti).
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Norðurlendski sáttmálin um almannatrygd, eftirlønargjald o.a.)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin).
(Uppgávurnar hjá Føroya Vanlukkutryggingarráði verða lagdar til Arbeiðs- og brunaeftirlitið at umsita).
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringer af lov om dansk infødsret (Dupultan ríkisborgararætt o.a.).