Arbeiða hýsu og fylla upp við upsa

Jason Johannesen, virkisleiðari á Fiskavirking í Miðvági, sigur, at tey fáa ikki tey fólk til framleiðsluna, ið hann sum virkisleiðari kundi hugsað sær

Fiskiídnaður

Á Fiskavirking í Miðvági arbeiða eini 70 fólk, men á virkinum hava tey brúk fyri eini 4-6 fólkum aftrat. Hesi fólk fáa tey ikki fatur á.
Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at ein stórur partur av teimum, sum arbeiða á virkinum, eru tilkomin fólk.
- Vit hava eisini yngri fólk á virkinum, men hesi arbeiða sjáldan leingi. Tey steðga eina tíð; so fara tey aðrastaðni, antin í skúla ella í onnur arbeiði, sigur hann.

Arbeiða hýsu
Á virkinum hevur verið rættiliga fitt av arbeiði í hesum árinum.
- Vit keypa og virka hýsu, sum fer til portiónir, og tá ið heldur lítið hevur verið á marknaðinum av hýsu, arbeiða vit nakað av upsa, sum eisini fer til portiónir.
Jason sigur, at tey soleiðis kunnu arbeiða hýsu einar 3-4 dagar í vikuni, og síðan verður fylt upp við upsa, tá ið tað er neyðugt.

Hækkaðir prísir
Hann sigur, at prísirnir á hýsu vóru lægri herfyri, men nú er hýsuprísurin komin uppaftur.
- Hýsan er ymist til støddar, og prísurin er hareftir, men eg vænti, at ein miðal hýsuprísur í dag liggur um einar 10-11 krónur fyri kilo, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari.