Arbeiðið á Nesi er byrjað

Nú er arbeiðið farið í gongd at byggja nýggja viðgerðarheimið hjá Bláa Krossi á Nesi í Eysturoy, og sambært ætlanini verður heimið tikið í nýtslu næsta vár - ella um stívliga eitt ár.

Í eina tíð hevur ymiskt fyrireikingararbeiði verið gjørt, men nú er sjálv byggingin farin í gongd, og fyrstu formarnir eru settir upp.

Tað er byggivirkið KBH, ið er høvuðsarbeiðstakari. Undirveitarar eru eitt nú Rók-El og Zacharias Leitisstein, sum skal gera HVS-arbeiðið. Avtala er eisini gjørd við Timburhandilin Borg um keyp av tilfari.

Teknistovan í Gøtu hevur teknað bygningin, og teir fara eisini at hava eftirlitið í byggitíðini.

Nýggja viðgerðarheimið verður umleið 800 fermetrar í einari hædd. Tað verður bygt í sera vøkrum umhvørvi. Tað verða 14 kømur, og eisini verða viðgerðarhøli, skrivstovur, køkur, felagshøli, venjingarhøli, vaskihøli og annað.

Samlaði kostnaðurin av byggingini er góðar 12 miljónir krónur, og viðgerðarheimið verður fíggjað við gávum, lutaseðlasølu og yvirskoti frá blákrossbúðunum og endurnýtsluhandlinum hjá Bláa Krossi.

Grundstykkið er latið, og Blái Krossur fær eisini endurgoldið mvg-upphæddini sambært lóg. Blái Krossur eigur og hevur fingið tilsøgn um stuðul svarandi til næstan helmingin av byggikostnaðinum.

- Tað er tó framvegis brúk fyri nógvum pengum aftrat. Vit hava fingið tilsøgn um lán frá peningastovni, men ætlanin er ikki at stríðast við eitt stórt lán nógv ár fram í tíðina, men heldur at fáa nógvan pening inn í byggitíðini, so ikki verður neyðugt at taka stórt lán.

Tað sigur Blái Krossur, sum takkar hjartaliga fyri allar tær mongu gávurnar, ið higartil eru komnar, bæði frá einstaklingum, fyritøkum og øðrum.

- Fyri at spara, verður eitt sindur av sjálvbodnum arbeiði gjørt, sigur felagsskapurin.

Lagt verður aftrat, at raksturin av heiminum fer framvegis - eins og á Blákrossheiminum í Havn - at verða goldin yvir fíggjarlógina.

- Tað er ikki heilt greitt enn, nær byggingin verður liðug, men væntandi kann heimið takast í nýtslu á vári 2014. Tá verður alt virksemið á Blákrossheiminum í Havn flutt inn í nýggja viðgerðarheimið á Nesi, sigur Blái Krossur.