EM: Sponsku heimsmeistararnir vunnu á vertunum

Spania brendi tvey brotsspørk, men vann kortini á Sveis

Vertslandið, Sveis er útsligið í EM-endaspælinum í fótbólti hjá kvinnum.

 

Á Wankdorf leikvøllinum í Bern tapti Sveis 0-2 fyri verandi heimsmeistarunum, Spania.

 

Bæði Mariona Caldentey tíðliga í dystinum, og Alexia Putellas seint í dystinum brendu brotsspørk fyri Spania.

 

Athenea del Castillo og Claudia Pina skoraði málini hjá Spania miðskeiðis í seinna hálvleiki. 

 

Spania hevði bóltin tað mesta av tíðini, og Sveis hevði ikki ein málmøguleika innanfyri málrammurnar. So talan var um ein uppibornan sigur.

 

Spania møtir í hálvfinaluni vinnaranum av fjórðingsfinaluni millum Frakland og Spania, ið verður leikt á St. Jakob Park leikvøllinum í Basel.

 

Í hinari hálvfinaluni møtast Italia og Ongland.

 

Spania-Sveis 2-0 (0-0)

 

1-0 Athenea del Castillo ('66 )

2-0 Claudia Pina ('71 )