Ósemjur
Í seinastu hava onkrir arbeiðsgevarar fingið knívin á barkan frá Føroya Arbeiðarafelag.
Nú aðalfundur hevur verið hjá Føroya Arbeiðarafelag, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna, at í allarflestu førum halda arbeiðsgevarar sáttmálan uttan trupulleikar.
Men tað eru eisini heilt nógv dømi um, at arbeiðsgevarar royna alskyns kynstur fyri at snúgva sær undan at betala sáttmálasettu lønirnar.
Og í ávísum førum er trupuleikin so stórur, at arbeiðsgevarar hava fingið knívin á barkan frá felagnum og hava fingið eina seinastu ávaring.
Tað merkir, at bróta teir sáttmálan einaferð afturat, verða teir boykottaðir uttan nakra sum helst ávaring.
Í tí eina førinum hevur Føroya Arbeiðarfelag hgavt trupuleikar av einum ávísum arbeiðsgevara í fleiri ár.
Fyrst vildi hann ikki so frægt sum gerast limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hinvegin hevði hann eisini fyri ein part fólk í arbeiði, sum ikki vóru limir í fakfelag og sáttmálan helt hann als ikki
Tá setti Føroya Arbeiðarafelag hart ímóti hørðum, so hann noyddust at gerast limur í
Arbeiðsgevarafelganum, samstundis sum at arbeiðsfólkið varð skipað í fakfelag. Somuleiðis fekk hann boð um at halda sáttmálan.
Ingeborg Vinther sigur, at so var friður í eina tíð. Men tað vardi ikki leingi, so breyt hann aftur sáttmálan.
Hon sigur, at líka síðani hevur nógv stríð verið av hesum sama arbeiðsgevara. Hann brýtur sáttmálan javnan. Innímillum er so friður, men ongantíð leingi.
Nú er tað so enda við, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fingið boð um, at hesin ávísi arbeiðsgevarin verður blokeraður allastaðni, verður ikki friður nú og
heldur hann ikki sáttmálan hereftir.
Og tað verður uttan fráboðan, leggur Ingeborg Vinther afturat.
Hon sigur, at mark má vera, hvussu langt, Føroya Arbeiðarafelag kann toyggja seg. .