Arbeiðsloysið í Føroyum tikið rættiligt dik á seg í ár

Arbeiðsloysið er vaksið so nógv í ár, at nú er tað neyðugt at hækkað inngjaldið til ALS

Arbeiðsloysi

Arbeiðsloysið í føroyum veksur alsamt. Og í ár hevur tað tikið rættiligt dik á seg.
Tað vísa tey nýggjastu hagtølini hjá ALS.
Tølini frá ALS vísa at higartil í ár, er arbeiðsloysið vaksið støðugt, afturímóti í fjør
Og nú tølini fyri mai mánaða í ár eisini eru tøk, sæst, at fyrstu fimm mánaðirnar í ár, er vanliga útgjaldið úr ALS tilsamans 10,7 milliónir hægri, enn tað var í sama tíðarskeiðið í fjør.
Hetta er ein øking upp á heili 49,7%.
Men teir fyrstu fimm mánaðirnar í ár, er útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli í fiskavirkisskipanini 5,2 milliónir hægri enn tað var í sama tíðarskeiði í fjør.
? Tað er ein øking uppá heili 119,6% og sostatt er arbeiðsloysið í fiskivinnuna meiri enn tvífaldað higartil í ár, afturímóti í fjør.
Fyri ALS hevur hetta við sær, at skipanin hevur havt eitt undirskot uppá 5,9 milliónir.
Stýrið fyri ALS hevur mett um støðuna fyri tað, sum eftir er av árinum og á fundi hósdagin, varð samtykt at hækkað inngjaldið í ALS.
Gjaldið er í løtuni 0,75% av lønini, men tann 1. juli hækkar tað upp í 1%.
Men hóast inngjaldið hækkar, fer ALS kortini at hava eitt undirskot upp á nakrar milliónir í ár.
Tølini hjá ALS vísa at í mai mánaða í ár var 884 fólk arbeiðsleys og tað eru næstan 300 fólk fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Í apríl í ár fingu 977 fólk vanligan arbeiðsloysisstuðul og tað eru 350 fólk meiri enn í apríl í fjør. Og hetta hevur verið støðan í alt ár, at arbeiðsloysið er vaksið nógv, mánað fyri mánað.
Men sum sagt er tað serliga galið í fiskavirkisskipanini
Ì mai í ár fingu 518 fólk útgjald úr fiskavirkisskipanini. Tað eru 211 fleiri enn í mei í fjør og næstan tríggjar ferðir so nógv sum í mai í 2002. Hetta er sama gongdin hinar mánaðirnar í ár, samanborið við undanfarin ár.