Í august var arbeiðsloysið í Føroyum 1,5 prosent og tað merkir, at hesar seinastu mánaðirnar er arbeiðsloysið minkað nakað.
Korona hevur ikki havt nakrar serligar avleiðingar fyri arbeiðsloysið. Hagstovan sigur í eini uppgerð, at síðani korona rakti okkum í mars hevur arbeiðsloysið verið uppi á 1,8 prosentum, men nú er tað minkað aftur niður í 1,5 prosent í august og tað svarar til, at 454 fólk eru fulltíðararbeiðsleys. Fyri einum ári síðani, í august í fjør, var arbeiðsloysi 1,1 prosent.
Í august var arbeiðsloysið 1,3 prosent hjá monnum og 1,9 prosent hjá kvinnum. Í august í fjør var tað 1,1 prosent hjá monnum og 1,4 prosent hjá kvinnum.
Í teimum flestu økjunum í landinum er arbeiðsloysið ímillum eitt og tvey prosent. Í Suðuroy er tað eitt sindur hægri. Men hesar seinastu mánaðirnar hevur gongdin í Suðuroy verið tann, at arbeiðsloysið er munandi lækkað. Tíðliga í summar var arbeiðsloysið í Suðuroy nevniliga 6,4 prosent, men nú í august er tað lækkað niður í 3,4 prosent.
Annars er arbeiðsloysið lægst í Eysturoy, tí har er tað bara 0,8 prosent, men í Norðoyggjum er tað 1,1 prosent.