Arbeiðsmaður á Varðanum: Tað var øgiliga óhugnaligt

Tað er ótrúligt, so professionell leiðslan á Varðanum, løgregla og sløkkiliðið eru, sigur André Dalfoss, sum var til arbeiðis á Varðanum í morgun

– Hetta var rættiliga óhugnaligt og fleiri vóru um at gráta.

Tað sigur André Dalfoss. Hann var til arbeiðis á Varðanum Pelagic á Tvøroyri í morgun, tá ið eldur kom í.

 

– Vit vóru farin til kaffi klokkan var útvið 10 í morgun, tá ið vit fingu at vita, at eldur var í, sigur hann.

 

Men hann sigur, at tey hava havt brandvenjing á á virkinum, so øll vistu alt fyri eitt eitt, hvat tey skuldu gera í eini støðu, sum hesari. Tað var nógv fólk til arbeiðis, men hann dugir ikki at meta um, hvussu nógv tey mundu vera.

 

– Vit hava eitt ávíst savningarstað, har øll skulu møtast í eini støðu sum hesari, og tað tók bara eina lítla løtu av savna alt fólkið, sigur hann.

 

Tað var ein ógvuliga óhugnalig støða og summi vóru um at gráta, so ávirkað vóru tey. Men tað tað var alt púra róligt kortini, sigur hann. Samstundis var manntal, so at full vissa fekst fyri, at ongin var eftir á virkinum.

 

Og hann heldur, at tað er tí, at tey høvdu havt brandvenjing, so øll vistu akkurát, hvat tey skulu gera, so tað var fullkomiliga tamarhald á støðuni, sigur hann.

 

Hann sigur, at síðani fingu tey boð frá løgregluni um at geva seg burtur frá virkinum, tí vandi var fyri at verða eitrað av ammoniakk og síðani er alt fólki rundan um fjørðin, flutt burtur.

 

Sjálvur er André Dalfoss farin til Hvalbiar, har hann heldur til í skúlanum, saman við eini rúgvu av øðrum fólkum, bæði stórum og smáum.

 

André Dalfoss heldur, at tað er merkisvert, hvussu professionelt alt var, bæði leiðslan á Varðanum, løgregla og sløkkiliðið.

 

– Tað tók bara nakrar heilt fáar minuttir frá tí at ringt var til sløkkiliðið var á staðnum, einar fimm minuttir kanska, so tað var ómetaliga skjótt atborið, sigur André.

 

Hann leggur afturat, at Varðin er uttan iva besta arbeiðspláss, hann hevur verið á, so hann vónar bara, at virkið verður bygt aftur skjótt.