Arbeiðspláss úr Havnini? Nei!

Sum kommunalpolitikkari eigur ein at vara seg fyri at blanda seg upp í landspolitikk. Men tá ið ávísir landsstýrismenn uttan fyrilit og fyrireiking flyta arbeiðspláss burtur úr Havnini og soleiðis blanda seg í kommunalpolitikk, eiga vit at tala at.
Seinastu árini eru ávísir almennir stovnar uttan fyrireiking ella varskó flaggaðir út, og tað ljóðar, at landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar, at partur av Vinnuháskúlanum skal flytast úr Havnini. Kanning um tørv á flytingini, kostnað ella sparing og vinnuframa hava vit einki hoyrt um.
Hetta óskilið, at flyta stovnar runt í landinum uttan nakra fyrireiking, má halda uppat.
Vanligt vit og skil er loyvt at brúka, eisini í politikki.
Verði eg vald í Tórshavnar Býráð, er hetta eitt av málunum eg fari at loysa.