Arbeiðeftirlitið alt aftur í Havn

Fyrst í 80-árunum varð rákið, at almennir stovnar skuldu hava deildir úti um landið, og ein av hesum stovnum var Arbeiðseftirlitið.

Avgjørt varð, at Arbeiðseftirlitið skuldi hava fimm deildir. Umframt í Havnini skuldi Arbeiðsftirltið hava deild í Klaksvík, í Suðuroynni, í Saltangará og í Vestmanna.

Deildirnar í Klaksvík, í Saltangará og í Suðuroynni komu, men tað var av ongum, tá deildin í Vestmanna skuldi koma í 1989.

- Og síðan er bara máðað og máðað meira av okkara játtan, sigur Eli Davidsen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum.

Í 1994 vórðu skrivstovurnar hjá Arbeiðseftirlitinum í Klaksvík, í Suðuroynni og í Saltangará stongdar, og landsstýrið ætlaði, at eftirlitsmenninir á hesum støðum skuldu arbeiða heimanifrá.

- Men tað riggaði ikki, so frá 1. juni í ár eru deildirnar kring landið niðurlagdar, og menninir arbeiða allir í Havn. Alt er aftur, sum tað var áður, sigur Eli Davidsen.