Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið nýggjan stjóra

Í tíðindaskrivið frá stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina verður sagt frá, at Allan Skaalum er settur sum stjóri.

Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið nýggjan stjóra. Hann eitur Allan Skaalum, er ættaður úr Vági og er 34 ára gamal. Hann skal avloysa Sjúrð Horsdal, sum segði seg úr starvi í desember í fjør.


Allan Skaalum er útbúgvin cand. merc. við strategiskari leiðslu og marknaðarføring sum høvuðsgrein.


Afturkomin til Føroya byrjaði Allan Skaalum í Føroya Banka, har hann starvaðist í gott 3 ár. Eftir hetta var hann í 2 ár á Oljufyrisitingini, inntil hann í apríl í 1997 fór í starv á Arbeiðsloysisskipanini. Fyrst sum fíggjarleiðari og eftir at Sjúrður Horsdal segði seg úr starvi hevur Allan Skaalum verði settur stjóri á Arbeiðsloysisskipani.