Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

Løgreglan kannar nú málið

Fyrrapartin í gjár hendi ein arbeiðsvanlukka við eitt alibrúk í Vágum. Ein 52 ára gamal maður, sum arbeiddi upp á ein aliring, fór á sjógv. Hann varð bjargaður upp og hann fór á Landssjúkrahúsið, men har varð staðfest, at hann var deyður.

 

Løgreglan sigur, at vanlukkan hendi ímeðan alt telefonnetið lá steindeytt av einum tekniskum breki hjá Føroya Tele, so løgreglan fekk ikki boðini fyri enn tey vóru á veg á Landssjúkrahúsið. Nú eru tey í ferð við at kanna málið fyri at fáa greiði á, akkurát, hvat er hent.