Argentina hevur ikki slept vónini um at fáa fatur á Falklandsoyggjunum, sum hoyra til Bretlands. Uttanríkisráðið í Buenos Aires hevur boðsent bretska sendiharranum har, Shan Morgan, til fundar seinni í dag, eftir at bretska stjórnin hevur sýtt fyri at fara undir nýggjar samráðingar um oyggjarnar.
Falklandsoyggjarnar, sum eru einar 250 fjórðingar frá argenitnsku atlantshavsstrondini, eru undir bretskum ræði, men Argentina hevur í mong ár kravt at fáa ræði á oyggjunum. Í 1982 royndi Argentina at taka oyggjarnar við hermegi, men bretar vunnu kríggið.
Í síðstu viku skeyt argentinski forsetin, Cristina Kirchner, upp, at argentinar og bretar skuldu fara undir nýggjar samráðingar um ræðistættin til oyggjarnar. Men stjórnin í London vísti uppskotinum aftur.
Argentinski forsetin hevur eisini biðið bretar bíða við at leita eftir olju við Falklandsoyggjarnar, men heldur ikki tann áheitanin vann frama í London.