Argentina vann í evstu løtu

HM: Argentina vann 1-0 ímóti Sveis við máli í evstu løtu av longdu leiktíðini.

Seinnapartin í dag hittust Argentina og Sveis í 1/8-finaluni í Sao Paulo. Hóast tað einans var eitt pláss ímillum londini á heimsstyrkislistanum, har Argentina er nr. 5 og Sveis nr. 6, so var Argentina undan dystinum mett at vera greiður favorittur.


Sveisiski venjarin, legendan Ottmar Hitzfeld, hevði frá byrjan eitt verjukent útgangsstøði við hørðum spæli, sum tóktist ávirka samanspælið hjá Argentina. Teir høvdu nevniliga ilt við at fáa nakað spæl í lag og høvdu stórar trupulleikar við at bróta ígjøgnum sveisisku verjuna. Tað var í grundini Sveis, sum hevði størsta málmøguleikan í fyrra hálvleiki, men hóast púra leysur miseydnaðist tað Josip Drmic at lyfta bóltin upp um argentinska málverjan. Fyrri hálvleikur endaði málleysur.


Í seinna hálvleiki var gongdin lík henni í fyrra hálvleiki. Sveis sló seg til tols við at vera í verjustøðu, og hetta tóktist eisini vera skilagott eftirsum argentinska spælið ikki var nóg gott til at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar. Eitt nú var Lionel Messi sjáldsama lítið sjónligur henda dystin. Ein sóknaðist kanska eftir at Sveis svaraði aftur við mótálopum, men hetta eydnaðist teimum ikki í einum minni væl leikti dysti, sum í vanligari leiktíð - og púra í tráð við leikgongdina - endaði við málleysum javnleiki.


Í longdu leiktíðini hendi lítið og einki í fyrra hálvleiki, men seinastu løtuna av seinna hálvleiki kom loksins tann spenningurin, hyggjarin hevði bíðað so leingi eftir. Eftir framúr gjøgnumbrot spældi Lionel Messi bóltin til Angel Di Maria, sum úr nakað spískum í málteiginum sendi bóltin framvið málverjanum til 1-0 til Argentina. Sveis royndi at svara aftur evstu løtuna, og tað var eisini um reppið eftir at teir raktu stongina úr stuttari fjarstøðu. Di Maria var eisini tætt við at gerast tvífaldur málskjútti, tá ið hann frá miðum vølli royndi seg ímóti tómum máli, men rakti við síðuna av.


Argentina vann dystin 1-0 eftir longda leiktíð og hittir í fjórðingsfinaluni vinnaranum av Belgia og USA.

 

Argentina - Sveis 0-0 (0-0) - 1-0 efti longda leiktíð

1-0: Angel Di Maria, 118.