Argir vann fyrsta róðurin

Fyrsta ólavsøkuróðurin vann Teistin av Argjum

Talan var um barnaróðurin við dreingjamanningum. Talan var um ógvuliga stóra og tætta kapping serliga millum Teistan og Jallin hjá Róðrarfelagnum Knørri, sum bara var eitt lítið vet aftanfyri Teistan. Tíðirnar vóru hesar: Teistin 01:58.03, Jallurin 01:58.14, Spógvin 02:01.09, Títlingur 02:03.24, Junkarin 02:06.22, Blikur 02:07.09, Havfrúgvin 02:08.17, Ørnin 02:09.07 og Drekin 02:14.11.