Teir hava stríðst, men tað hevur í fýra kappingum á rað ikki gingið, sum teir høvdu ætlað. Tað er manningin á Argjabátinum, sum tað snýr seg um. FM vinnararnir í 2000 løgdu ógvusliga fyri, tá teir vunnu í Klaksvík. Síðani gekk væl, men ikki so væl, sum teir kundu hugsa sær. Startspurtirnir vóru góðir, og endaspurtirnir vóru meiri enn brúkiligir, men hvørja ferð var Kvívíkingurin drúgvastur, tá alt kom til alt.
Tí er Kvívíkingurin FM vinnari. Teir hava verið drúgvastir, og vit ynskja Kvívíkinginum enn eina ferð hjartaliga tillukku við fyrsta FM heitinum, sum teir hava vunnið síðani 1996. Tað hava teir rudduliga uppiborið.
Men á ólavsøku var tað Argjabáturin, sum stjól myndina. Tað tóktist annars skula myndast, sum tað frammanundan varð roknað við. Mótsatt fleiri av hinum kappingunum í summar, so legði Kvívíkingurin seg á odda beinanvegin, og har lá hann nógv størsta partin av róðrarteininum.
Munurin til kappingarneytarnar var ikki so ógvuliga stórur, men við avrikunum í undanfarnu kappingunum í huga var ikki annað væntandi, enn at kvívíkingar fóru at vera teir drúgvastu.
Men tá tað restaðu hálvt annað hundrað metrar, fór Argjabáturin at gera um seg. Teir løgdu fyrst fyri í rættuliga endaspurtinum, teir tóku seg fram á Kvívíkingin, og kvívíkingar megnaðu ikki at svara aftur á sama hátt, sum teir á undanfarnu stevnunum høvdu gjørt.
Argjabáturin át seg samt og javnt fram á Kvívíkingin, og á síðstu metrunum fór hann framum. Munurin var lítil, men tað var eingin ivi um, at Argjabáturin hevði vunnið, og tað bjargaði róðrarárinum á Argjum, har tey eftir norðoyastevnuróðurin høvdu roknað við meiri, enn úrtøkan varð á Skálafjørðinum, í Hósvík, Vági og Miðvági.
Argjabáturin vann FM í 1991, 1992, 1994, 1995, 1997, 1998 og 2000. Tá tú vinnur so nógv er einki uttan tað besta nóg mikið. Kvívíkingurin streyk longu á vestanstevnu avstað við FM heitinum. Tað var eitt vónbrot hjá Argjabátinum, men á ólavsøku fingu argjamenn plástur á sárið.