Argjadrongur venur í Arsenal

Sum skilst er ungi argjadrongurin, Rógvi Holm, í hesum døgum og venur í enska stórfelagnum Arsenal.

Hesi tíðindi eru ikki váttað, tí tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á hvørki Jákup í Stórustovu, ið vanligani stendur fyri slíkum vitjanum hjá ungum føroyskum fótbóltsspælarum uttanlands, og heldur ikki í Rógva Holm sjálvum.

Sterkur verjuleikari
Rógvi Holm er 15 ára gamal og spælir í miðverjuni á dreingjaliðnum hjá AB, sum er felagið, ið hann altíð hevur spælt við. Pápi Rógva, Sjúrður, er eisini kendur ítróttarmaður, sum í mong ár var fastur fúsur á besta liðnum hjá VÍF og føroyska hondbóltslandsliðnum í áttati og nítiárunum.
Sum skilst fór Rógvi saman við foreldrunum og Jákupi í Stórustovu til London hósdagin, og vanligt er, at slík venjingaruppihald eru í umleið eina viku.
Tað er ikki óvanligt, at ungir føroyskir fótbóltsspælarar fara í europeisk feløg at venja fyri at uppliva, hvussu tað er í slíkum feløgum. Tað er ikki altíð, at tað er við einum sáttmála fyri eyga, at slík venjingaruppihald eru fingin í lag, og tí er ikki vist, at uppihaldið hjá Rógva í Arsenal hevur nakað við ein møguligan sáttmála at gera.
Vit fara at royna at fáa fatur á antin Rógva ella Jákupi í Stórustovu næstu dagarnar fyri at frætta nærri um vitjanina hjá unga argjadronginum í enska stórfelagnum.