Argjamenn eru einsamallir

Tað er fínt fótbóltslag á Argjum í dag. AB hevur við 1-0 heimasigri á TB gjørt sítt fyri at varðveita oddasessin.

Og tað var søtur tónleikur í oyrunum á øllum AB fjepparum, tá ið tað frættist úr Gundadali, at HB hevði megnað málleysan javnleik ímóti VB/Sumba. Suðuroyarliðið hevur seinastu vikurnar verið argasti kappingarneytin hjá AB í oddastríðnum.

Einsamalla málið varð skorað fram ímóti hálvleikssteðginum. Málskjútti var Allan Michelsen, sum eftir summarsteðgin er komin av flatlondum og í AB at spæla.

Allan er ættaður úr Hvalba og hevur áður spælt við Royn. Tað var altso ein hvalbingur, sum skoraði sigursmálið fyri AB ímóti TB í dag!

Seinna partin av 2. hálvleiki var TB undirmannað, eftir at Tórur Mortensen hevði fingið beinleiðis reytt kort.