Eitt av liðunum, ið nógv meta sum eitt møguligt oddalið í 2.deild, er AB. Argjamenn vunnu í fyrsta umfarinum ein tepran 1-0 sigur í Lorvík, har sigursmálið ikki kom fyrr enn í seinastu løtu. Leygardagin vóru argjamenn á vitjan hjá KÍ, sum hevur eitt ógvuliga ungt lið.
Dysturin var heldur tamur í byrjanini, men kanska vóru tað vertirnir, ið vóru omaná fyrstu løtuna. Hóast hetta vóru tað gestirnir av Argjum, ið løgdu seg á odda, tá ið fyrri hálvleikur var okkurt um hálvrunnin. Eftir eitt hornaspark eydnaðist tað altíð vandamikla veteraninum Eyðun Samuelsen at leggja AB á odda 1-0. Hendan støðan helt sær eisini til hálvleiks.
Seinni hálvleikur var ikki meiri enn tríggjar minuttir gamal, tá ið tað eydnaðist Frank Joensen at javna fyri KÍ. Gleðin var tó stokkut, tí bert fimm minuttir seinni legði Hans Jørgin Djurhuus gestirnar á odda aftur. AB trýsti fyri at økja um leiðsluna, men hóast teir fleiri ferðir vóru nær við, eydnaðist tað teimum ikki at skora. Ístaðin bragdaði hjá heimaliðnum, tá ið eitt lítið korter var eftir at leika, tí fekk Andrass Jacobsen javnað til endaliga úrslitið 2-2. Harvið fekk KÍ síni fyrstu stig í kappingini, meðan AB hevur fýra stig og liggur væl fyri í ovaru hálvu av stigatalvuni.
tn
KÍ-AB 2-2 (0-1)
0-1 Eyðun Samuelsen
1-1 Frank Joensen
1-2 Hans J. Djurhuus
2-2 Andrass Jacobsen