Argjamenn verða skerdir

Heimasíðan hjá AB skrivar, at brøðurnir Janus Joensen og Høgni Joensen ikki verða við í hópinum hjá argjamonnum, tá seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið skal avgreiðast við Margáir í Streymnesi hóskvøldið. Teir eru báðir staddir uttanlands, og vóru heldur ikki við, tá AB vitjaði í Runavík.

Sunnudagin noyddist málverjin Heðin Stenberg av vøllinum, og hann verður neyvan tøkur komandi fýra vikurnar. Bróðurin Jónas Stenberg situr eisini í løtuni uttan fyri við brotnum óstbeini.

Fyrra hálvfinalan millum AB og EB/Streym endaði 1-1.