Ári og Gilli víðari í steypakappingini - Meinhard er úti

Tvey føroyingalið hava vunnið seg víðari til áttandapartsfinalurnar í norsku steypakappingini

Í Noreg hevur steypakappingin stóra prestisju. Steypavinnarin verður nevndur "Norgesmester", meðan liðið sum vinnur bestu norsku fótbóltsdeildina er "Seriemester". Tað er útselt til hvørja steypafinalu á Ullevaal leikvøllinum í Oslo, og steypið sum verður handað steypavinnaranum hevur eitt so tignarligt heitið sum "Kongepokalen".

 

Trý føroyingalið royndu seg í sekstandapartsfinalunum í norsku steypakappingini í kvøld, og tvey teirra vunnu seg víðari til áttandapartsfinalurnar.

 

Gilli R. Sørensen og liðfelagarnir í Odd vunnu ein frálíkan 3-0 sigur á útivølli á liðnum, ið Njál Djurhuus heldur við, Vålerenga. Milan Jevtovic legði Odd á odda tá 20 minuttir vóru farnir av dystinum. Í 58. og í 60. minutti økti Sander Svendsen til 2-0 og 3-0 og staðfesti sigurin. Gilli fekk 84 minuttir á vøllinum.

 

Ári Mohr Jónsson spældi allan dystin fyri Sandnes, ið vann ein knúsandi 7-1 stórsigur á Moss yviri á Eysturlandinum. Moss kom á odda 1-0 tá eitt korter var farið av dystinum. 25 minuttir seinni var Sandnes á odda 4-1, og í seinnu helvt av seinna hálvleiki øktu teir í Sandnes við trimum málum. 

 

Meinhard E. Olsen spældi allan seinna hálvleik fyri Bryne, ið á heimavølli tapti 1-4 fyri Molde. Molde var á odda 2-1 í steðginum og fekk ein mann útvístan stutt undan steðginum, men teir í Bryne megnaðu ikki at gagnnýta, at teir vóru 11 móti 10 allan seinna hálvleik, og gjørdist talan um eitt skuffandi 1-4 tap fyri Meinhard og liðfelagarnar.