Ari átti perluna sum bar sigurin við sær

Intensitetur og undirhald fyri allar pengarnar var tað, tá ið Ari Olsen við framúr langskoti skoraði einasta málið í Sarpugerði íkvøld

Tað var dramatiskt og intensivt frá fyrsta og til síðsta bríksl, tá ið Víkingur í góðum fótbóltslíkindum í kvøld vann 1-0 ímóti NSÍ í Sarpugerði.

Í fyrra hálvleiki var Víkingur leikliga greitt omaná. Heimaliðið var støðugt yvirmannað á sentrala miðvøllinum. Lukasz Cieslewicz úr høgru og Jákup Johansen úr vinstru, fluttu seg oftast longri inn í vøllin, meðan vongverjarnir, serliga Ari Olsen í høgru, men eisini Elias Lervig í vinstru bjóðaðu av í álopsspælinum.

Tá ið NSÍ so fekk fatur á bóltinum, eydnaðist tað sentralu miðvallarunum hjá Víkingi – serliga Boga Reinert Petersen og eisini Gunnari Vatnhamar og Sølva Vatnhamar – at leggja trýst á NSÍ miðvøllin. Tí var tað langt millum flótandi uppspæl hjá Betuel Hansen, Mórits Heina Mortensen og Aron Knudsen.

Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen fingu sjáldan góðar sendingar, sum kundu bera vandamiklar støður við sær. Tá ið NSÍ fram ímóti steðginum vann bóltin aftarlaga í vinstru, og hann varð sendur fram til Petur Knudsen, sum var um reppið at verða heilt vandamikil, varð hann feldur av Atla Gregersen, sum sá gula kortið.

Í 18. minutti legði Ari Olsen heimaliðið framum við langskoti, og tað var vorðið sum mál. Úr 25 metrum og eitt vet til høgru smekkaði hann bóltin upp í handara málkrókin. Eingin ivi um, at hetta er besta málið higartil í ár, og at hetta verður evni at verða kosið ársins mál.

Hóast heimaliðið var leikliga omaná og hevði nógv fleiri hornaspørk og tvær ferðir bóltin á tvørtrænum aftanfyri Tórð Thomsen, so hevði NSÍ risa møguleika at javna. Alex Troleis bríkslaði fyri brotssparki, tá ið Klæmint A. Olsen fór um koll í brotsteiginum eftir innlegg úr høgru.

Petur Knudsen royndi úr 11 metrum, men hann sendi bóltin omanfyri Elias Rasmussen og málið hjá Víkingi.

Eftir steðgin hevði tað heilt stóran týdning, at NSÍ miðvallarin Aron Knudsen sá gula kortið fyri aðru ferð, tá ið ein tími var farin. NSÍ var undirmannað síðsta hálva tíman. Men hugburðurin hjá teimum gulu var framúr góður, og leikferðin var høg alla tíðina.

Sum seinni hálvleikur leið, spenti NSÍ álopsbogan alt meiri. Tað bar við sær spentar støður og málmøguleikar í báðum endum. Báðir málverjarnir vístu fínar bjargingar, og so í síðstu sekundunum í teimum fimm minuttunum, sum dómarin legði aftrat, var um reppið, at Klæmint A. Olsen skoraði, eftir at lagt varð við frísparki fram í brotsteigin hjá Víkingi.

Víkingur er ósigraður og nýtt topplið við 7 stigum, og NSÍ tapti í kvøld fyri fyrstu ferð. NSÍ hevur 6 stig. 

https://www.in.fo/myndasavn/

Víkingur – NSÍ 1-0 (1-0)

1-0: Ari Olsen 18.

Dómari: Alex Troleis

Víkingur: Elias Rasmussen – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Elias Lervig – Bogi Reinert Petersen, Gunnar Vatnhamar – Lukasz Cieslewicz (Ingi Jonhardsson, 86.), Sølvi Vatnhamar (Arnbjørn Svensson, 88.), Jákup Johansen (Andreas Lava Olsen, 69.) – Finnur Justinussen

Á beinkinum: Sonni Højgaard, Bergur Gregersen, Hans Jákup Lervig, Arnbjørn Svensson, Noah Mneney

Venjari: Eyðun Klakstein

Gult kort: Jákup Johansen, Atli Gregersen, Elias Lervig

NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen, Aron Knudsen, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen (Búi Egilsson, 78.), Jann S. Benjaminsen (Salmundur Bech, 64.) – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen

Á beinkinum: Karstin Hansen, Harald R. Højgaard, Jann Martin Mortensen, Pætur Hentze, Pætur T. Skipanes

Venjari: Glenn Ståhl

Gult kort: Bárður J. Hansen, Oddur Á. Højgaard, Petur Knudsen

Reytt kort: Aron Knudsen 61. (2 gul)