Aria at hoyra í Tutl

Fríggjadagin millum klokkan 16:30 og 18:00 verður fløguaktuella manningin úr Aria at hoyra í hølunum hjá Tutl á Kongabrúnni.

Fríggjadagin millum klokkan 16:30 og 18:00 verður fløguaktuella manningin úr Aria at hoyra í hølunum hjá Tutl á Kongabrúnni.

Dugnaliga manningin úr Aria fer at framføra løg av nýggju fløguni After These Messages. Talan er um ein akkustiska framførslu.

Hevur onkur hug at ogna sær fløguna, so ber eisini til at fáa limirnar í Aria at festa nøvn síni á húsan.

Afturvið frálíkla akkustiska tónleikinum bjóðar Aria kaffimunn og køkur í hugnaligu hølunum á Kongabrúnni í Havn.