Arkitektafelag Føroya hevði ársaðalfund sín nakað síðani og har varð Svend Sivertsen, í miðjuni á myndini, afturvaldur sum formaður.
Á aðalfundinum varð eisini Hanna Eriksen vald í nevndina fyri tvey ár. Magni Dalsgaard, høgrumegin á myndini, varð valdur á ársaðalfundinum í fjør fyri tvey ár og heldur sostatt fram í nevndini eitt ár afturat.
Á nevndarfundi síðani hevur nevndin seg við Honnu Eriksen sum skrivara og Magna Dalsgaard sum kassameistara og næstformann.
Tiltakslimir í nevndini eru Bárður í Baianstovu og Meduna Dalsgaard.