Arktiski ísurin verður burtur

ARKTIS. Havísurin í Arktis minkar so skjótt, at um ferðin verður tann sama næstu nógvu árini, er ísurin burtur áðrenn hendan øldin er runnin

Eyðun Klakstein


Tað fer at fáa umfatandi avleiðingar fyri lívið norðast á klótuni, um ísurin í Arktis hvørvur, og stóri spurningurin er, um hetta skyldast globalari upphiting ella tað eru onnur meira natúrlig viðurskifti, sum gera vart við seg, skriva granskararnir Lars Smedsrud og Tore Furevik í blaðnum, Cicerone, sum verður útgivið av norska Senter for klimaforskning.

Teir siga, at í løtuni minkar ísurin í Arktis so skjótt, at hann er horvin áðrenn øldin er úti, um gongdin heldur fram.

Amerikumenn eru eisini komnir til somu niðurstøðu, eftir at ein professari av University of Washington hevur gjørt kanningar í Arktis.

Blaðið hjá Dansk Polarcenter veit at siga, at Drew Rothrock, professari, er komin fram til, at ísurin í Arktis er vorðin er vorðin ein góðan metur tunnari í miðal.


Global upphiting

kanska syndarin

Drew Rothrock hevur havt atgongd til loynilig skjøl hjá amerikanska flotanum, sum greiða frá kanningum, sum amerikumenn gjørdu av ísinum í Arktis frá 1958-76.

Og í 90?unum hava pensjóneraðir kavbátar gjørt kanningar í Arktis.

Við hesum skjølum og mátingum sum grundarlagi staðfestir Rothrock, at ísurin í Arktis nú er 1,8 metur tjúkkur í miðal afturímóti 3,1 metrum í 60?unum og 70?unum. Tað er tí 40% minni ísur í Arktis í dag, enn tað var fyri 20-40 árum síðani.

Professarin úr Washington vil ikki taka dagar ímillum, um orsøkin til gongdina í arktiska ísinum er global upphiting ella ein natúrlig gongd.

- Tað kann væl vera, at tað er ein global upphiting, sum er syndarin, men tað kann eisini vera, at talan er um natúrligar 5-10 ára langar broytingar í veðurlagnum, sigur hann.


Nýggjar kanningar

Rothrock og hansara fólk siga, at tey fara at koma nærri einum svari, tá tey verða liðug við eina kanning av støðuni hjá arktiska ísinum seinastu 40 árini.

Í løtuni mangla upplýsingar frá amerikanska flotanum fyri tíðarskeiðið frá 1976 til okkara dagar, og bíðað verður nú eftir, at hesi skjøl verða leysgivin.

Leif Toudal frá Dansk Center for Telemåling sigur, at tey vita ikki, hvussu støðan er við ísinum í Grønlandi, men hann sigur, at gongdin seinastu 20 árini hevur verið tann, at ísurin er minkaður Eysturgrønlandi, men vaksin í Vesturgrønlandi.

Men kanningin hjá Rothrock og hansara fólki er komin óvart á nógv fólk, sum hava skil fyri arktiska ísinum, og serfrøðingar fylgja væl við gongdin á norðasta partinum á jørðini.