Armarnir skulu niður

Báðir steypavinnararnir í hondbólti skulu longu í kvøld á vøllin í landskappingardysti

 

Hondbóltur


Kvinnurnar hjá VÍF verða kanska nakað moyrar, tá tær í kvøld fara á vøllin fyri fyrstu ferð síðani steypafinaluna.

Enn er tó ikki rúmd hjá teimum til at lata veistlurómin standa við, tí hóast tær longu hava tryggjað sær Coca-Cola steypið, so er einki at ivast í, at tær eisini vilja hava hendur á steypinum, sum Føroya Tele letur vinnaranum av landskappingini.

Higartil hevur alt gingið upp á stást í so máta, og einki er, sum bendir á, at kvinnrnar hjá Sóljuni skulu kunna forða teimum í hesum.

Dysturin verður leiktur í Vestmanna kl. 18.00.


StÍF aftur til Havnar

Steypavinnararnir hjá monnunum, StÍF, skulu eisini á vøllin at royna seg í kvøld, tá teir aftur skulu traðka á gólvið í Ítróttahøllini á Hálsi í Havn.

Mótstøðuliðið hesa ferð er H71, og á pappírinum eigur hetta í øllum førum at vera ein yvirkomulig uppgáva hjá strandingunum. Ein av fortreytunum fyri sigri er tó uttan iva, at strandingarnir nú hava fingið armarnar niður eftir flotta avrikið í finaluni.

Finna teir sama spæl fram aftur, er einki at ivast í, at ein talan verður um tryggan sigur, men tað hevur ofta fyrr vist seg, at tað kann verða so sum so við motivatiónini beint eftir vunnan finaludyst.

Dysturin verður á Hálsi kl. 19.45.