Arnar spælir ikki fyribils

Arnar Dam hevur verið undir skurð og EB/Streymur leitar eftir avloysara

Miðvallarin hjá EB/Streymi spælir ikki aftur fyrr enn í fyrsta lagi í august, eftir at hann hevur verið undir skurð. Arnar Dam vann sær av álvara fast pláss á liðnum hjá EB/Streymi í fjør, men fóturin hevur argað í longri tíð.

 

-       Eg beklaði móti AB á Argjum á ólavsøku. Síðani er brósk og annað voksið inni í fótinum, greiðir Arnar Dam frá, sum skal binda fri í tríggjar til fýra mánaðir.

 

-       Eg bleiv sendur til Danmarkar til skurðviðgerð í fótinum. Teir hava skavað og suga ymiskt vekk. Nú skal eg binda fri í tríggjar til fýra mánaði, sigur Arnar Dam, sum vónar at kunna spæla í august aftur.

 

Egil og Marni lúra handan leiktjøldnin

 

Sigvald Zachariasen, formaður í EB/Streymi, sigur við in.fo, at felagið má styrkjast í mun til núverandi støðu. Tað hevur ljóðað, at bæði Egil á Bø og Marni Djurhuus umhugsa at taka eitt tørn afturat fyri felagsliðið.

 

-       Tað kann eg ikki svara tær upp á, men tað er ongin ivi um, at vit fegin vilja síggja teir aftur á vøllinum, sigur Sigvald Zachariasen, sum sostatt hvørki kann vátta ella avsanna tíðindini um miðverjarnar, sum ikki hava tikið støðu til koomandi kappingarár.

 

Jonhard Frederiksberg, Levi Hanssen og Pætur Dam Jacobsen eru farnir til onnur feløg, meðan Pól Jóhannus Justinussen, Jónas Tór Næs og Høgni Madsen eru komnir til.

 

Um felagið fær Egil á Bø og Marna Djurhuus aftur, so tykist liðið hava neyðugu breiddina til at spæla við um tey fremstu plássini í bæði landskappingini og steypakappingini. Aðrir spælarar kunnu so taka yvir plássið hjá Arnari Dam á miðvøllinum, uttan verjuparturin verður við skerdan lut.