Arnbjørn verður helst verandi

Tað er meir og meir, sum bendir á, at Arnbjørn Hansen heldur fram í EB/Streymi. Tað er ongin loyna, at HB hevur víst áhuga fyri fram­herj­anum. Eisini Víkingur hevur havt ein fyrispurning frammi hjá lands­liðsleikaranum. HB hevur sett at gott lið saman, men mangla ein framherja. Helst bíða teir eftir støð­uni hjá Gilla Sørensen, sum er í AaB í løtuni. Hann er ikki beinleiðis fram­herji, men hevði verið ein góð loysn eisini.
Fíggjarliga støðan í EB/Streymi er framvegis eitt sindur ógreið, men tað kundi verið líkt til at felagið er í eini støðu til at halda fast í Arnbirni Hansen.
Hingartil hevur ongin spælari sagt farvæl við føroyameistarnar, men tað tykist fyri vist, at Sorin Anghel spælir við AB komandi kapp­ingarár.

Blé ikki í Víkingi
Vit skrivaðu fyri kortum, at Evrard Ble helst heldur fram í Víkingi, men tað tykist vend vera kom­in í samráðingarnar teirra millum. Tí er ikki ósannlíkt, at fílabeins­strand­ingurin ikki heldur fram í Víkingi.
Ein upplagdur avloysari kundi verið Ndende, sum hevur spælt við B68 seinnu árini. Eisini kundi hugs­ast, at Jann Ingi Petersen er upp á tal í Víkingi. Hann hevur boðað frá, at hann ætlar at spæla í bestu deild­ini og stríðast fyri einum lands­liðs­plássi. Hann hevur ikki funnið sær eitt nýtt felag enn.
Gøtumaðurin, Súni Olsen, boð­aði í Sosialinum mikudagin frá, at hann heldur fram í B36 komandi kapp­ingarár, sjálvt um felagið møgu­liga ikki kemur at verða eins kapp­ingarført í oddinum, sum tey bæði seinnu árini.
Lukasz Cielsewicz hevur sátt­mála fyri komandi kappingarár, men okkurt bendir á, at tað ikki er heilt vist um hann heldur fram.