Tað endaði við 4-0 heimasigri, tá ið KÍ í kvøld hevði vitjan av FC Suðuroy. Hálvleiksstøðan var 2-0.
Stóri maðurin hjá KÍ í kvøld var Árni Frederiksberg, sum skoraði hattrikk. Hann hevur nú spælt 376 landskappingardystir í fremstu deildini, veit FaroeSoccer at siga. Í ár hevur hann skorað 10 mál, og tilsaman hevur hann skorað 138 mál í bestu landskappingini.
Longu í fyrsta minutti setti Árni hol á eftir innlegg úr vinstru frá Patrik Johannesen.
Hetta broytti fyritreytirnar hjá FC Suðuroy, sum ætlaði sær at dyrgja eftir einum stigi, og sum í fyrra hálvleiki hevði Fríða Holm sum heilt einsamallan álopsspælara.
At tað so tíðliga kom hol á legði upp til, at heimaliðið fór at skjóta nógv mál, men soleiðis var tað ikki. Filip Brattbakk, Patrik Johannesen og Páll A. Klettskarð vóru í fyrra hálvleiki í góðum støðum, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin framvið Rasmusi Olsen í FC Suðuroy málinum. Orsøkin var, at viðhvørt bjargaði málverjin væl, og í øðrum støðum vóru royndirnar ikki nóg neyvar.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen, sum eftir uppspæl frá Árna Frederiksberg sendi bóltin í málið. Hetta var aðru ferð í ár, at Jákup B. Andreasen var málskjútti. Fyrra ferðin var, tá ið KÍ á heimavølli vann 4-0 ímóti HB.
Fyrstu longu løtuna eftir hvíldina vóru gestirnir nógv meiri ágangandi frammi á vøllinum, enn teir høvdu verið í fyrra hálvleiki. Teir megnaðu at spæla seg til upplagdar málmøguleikar, tá ið heimaverjan ikki vísti seg at vera heilt sannførandi. Eitt nú høvdu Pætur Augustinussen og Teit Hjelm, sum hevði avloyst Fríða Holm, góðar møguleikar, men Sebastian John, sum í kvøld vardi KÍ málið, bjargaði væl.
Heldur var tað KÍ, sum økti um munin til bæði 3-0 og 4-0. Í báðum førum var Árni Frederiksberg málskjútti. Í fyrra førinum var tað eftir innlegg úr vinstru frá Patrik Johannesen, tá ið eitt korter var eftir, og í seinna førinum var tað við brotssparki, sum Páll A. Klettskarð vann, tá ið tað restaðu tveir minuttir.
Daniel Johansen var í kvøld fyri fyrstu ferð á KÍ liðnum. Hann var vongverji í vinstru, meðan René Shaki Joensen var sentralur miðvallari saman við Jákupi B. Andreasen. Tað sær út til, at KÍ av álvara er farið at hugsa um at samanspæla liðið, sum skal royna seg í Europa. Áðrenn finska mótstøðu í Europa fer KÍ hóskvøldið at spæla á útivølli ímóti Víkingi.
Síðsti dysturin hjá FC Suðuroy undan summarsteðginum verður leygardagin á heimavølli ímóti 07 Vestur.
KÍ – FC Suðuroy 4-0 (2-0)
1-0: Árni Frederiksberg
2-0: Jákup B. Andreasen
3-0: Árni Frederiksberg
4-0: Árni Frederiksberg br
Dómari: Dagfinn Forná
KÍ: Sebastian John – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen, Filip Brattbakk – Páll A. Klettkarð, Patrik Johannesen
FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Hunter Bell, Bjartmar Holm, Jimmy Abdul, Owusu Emmanuel Andorful – Pætur Augustinussen, Salmundur Bech, John Villi Wøldike, Dánjal Godtfred, Alexander Holm Kilgour – Fríði Holm