Árni er sum hundrað

Við sigri á útivølli ímóti HB hava klaksvíkingar tikið enn eitt stig fram ímóti FM heitinum

Jóhan Hendrik Ellefsen hevur bríkslað fyri síðstu ferð á Tórsvølli, har HB í kvøld hevur havt vitjan av FM favorittunum í KÍ.

 

Máltalvan riggaði ikki í kvøld, men øll á Tórsvølli eru greið yvir, og tað er sjón fyri søgn í bláu leguni, at KÍ vann 2-1. Nú hevur KÍ spælt 14 dystir, og úrtøkan er 40 stig. Fjarstøðan aftur til Víking er seks stig, og úrslitið í dag er staðfesting av, at nú er HB fult og heilt varpað úr FM stríðnum, tí tað eru 15 stig frá HB og fram til KÍ.

 

Stóri maðurin á Tórsvølli í dag var Árni Frederiksberg. Hann skoraði bæði KÍ málini, og tey vóru nummar 100 og 101 hjá honum í bestu landskappingini. Lítla løtu undan steðginum var tað eftir framúr uppspæl, sum Árni átti lut í frammarlaga í høgru, og eftir at René Shaki Joensen spældi Árna fullkomuliga blankan.

 

Og fimm minuttir eftir steðgin var Árni Frederiksberg aftur upp á spæl, tá ið hann við handara stólpa stýrdi bóltin í málið, eftir at Patrick Da Silva legði innfyri við fínari framlegging úr vinstru.

 

-Vit kunnu ikki tosa um FM, tí enn eru vit ikki komin til summarfrítíðina. Sigurin er sera søtur. Tað sæst á fagnaðinum á øllum í KÍ leguni, tí tað er altíð stórur sigur at vinna í Gundadali, og nú hava vit vunnið tveir sigrar í Gundadali í seks dagar. Uppleggini til málini vóru sera góð og úrslit av nógvum og miðvísum venjingum, sigur Árni Frederiksberg.

 

So sá tað út til, at KÍ hevði fult og heilt tamarhald á støðuni. Miðvøllurin var stinnari í nærdystunum enn mótstøðumenninir, og tað vóru nógvar spentar støður frammanfyri HB málverjan. Men so kom av álvara spenningur í aftur, tá ið Adrian Justinussen við høvdinum og úr stuttari fjarstøðu setti bóltin upp í nettakið. Innleggið átti Ári Mohr Jónsson, sum í seinna hálvleiki var í høgru.

 

Síðstu løtuna spenti HB álopsbogan, og sum tað leið fram ímóti dystarenda, vóru tað spentar støður í KÍ brotsteiginum, tá ið HB við longum og høgum sendingum servaðu bóltin fram í brotsteigin. Innskifti Øssur M. Dalbúð vann fleiri nærdystir í luftini, og onkra ferðina var tað um reppið, at tað eydnaðist at stýra bóltin í málið.

 

Tað eydnaðist ikki. HB hevur fyri fyrstu ferð síðani venjaraskiftið tapt, og nú er dagsskráin hjá HB at vinna steypakappingina og heiðursmerki í landskappingini.

 

-Vit eru ógvuliga vónbrotnir, tí eftir fýra dystir við fullari úrtøku, so høvdu vit vónað, at tað fór at eydnast. Munurin var ikki so stórur, men tað varu umstillingarnar, sum gjørdu av við okkum, sigur Hørður H. Askham hjá HB.

 

Hjá KÍ er tað at liva við, at mál fyri aðru ferð í ár fór ígjøgnum. Nú snýr tað seg um at vinna greipuna fyri fyrstu ferð síðani 1999 og at standa seg væl í Europa, eftir at NSÍ um eina viku hevur verið í Klaksvík.

 

 

 

HB – KÍ 1-2 (0-1)

 

0-1: Árni Frederiksberg 44.

 

0-2: Árni Frederiksberg 50.

 

1-2: Adrian Justinussen 61.

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Adrian Justinussen, Heðin Hansen, Dan í Soylu, Ári Mohr Jónsson – Stefan Radosavljevic (Øssur M. Dalbúð, 73.), Áki D. Samuelsen (Pætur J. Petersen, 61.)

 

Gult kort: Bartal Wardum, Daniel Johansen

 

Venjari: Dalibor Savic

 

KÍ: Mathias Rosenørn – René S. Joensen, Odmar Færø (Jesper Brinck, 15.), Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Deni Pavlovic (Claes Philip Kronberg, 73.), Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð (Páll A. Klettskarð, 88.) – Árni Frederiksberg, Anders Sølvsted Holvad (Valerijs Sabala, 73.), Mads Bo Mikkelsen

 

Gult kort: Deni Pavlovic, René S. Joensen, Valerijs Sabala, Páll A. Klattskarð

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen