Tann 28. mars andaðist Arnold Bodtker í Junction City, Oregon, USA, 95 ára gamal. Hann var av føroysk-danskari ætt og goymdi trúgvur ættararvin úr Føroyum har vesturi í Amerika, so vestarlaga, sum slepst áðrenn Kyrrahavið forðar.
Arnold var sonur Hans Nielsen Bødtker, ættaður av Esbjergleiðini og Súsannu Jacobsen úr Føroyum. Súsanna var dóttir Trinu Winther av Sandi og Jógvan Jacobsen av Húsum í Havn. Eftir at maður hennara, sum stóð fyri handlinum í Klaksvík, doyði av sjúku í bestu árum, flutti hon til Havnar við børnunum og stovnaði gestahús, pensionat, í Havn, har nógvir ungir skúladreingir av bygd búðu. At hon hevur verið ein merkiskvinna, er einki at ivast í. M. A. Jacobsen tekur soleiðis til í inngangsorðunum til Úrvalsrit: Trina á Sandi, ið nú livir í Amerika á ellisárum, var stórlynd kvinna, ið hevði miklan áhuga í øllum tí, ið var uppi í tíðini. Hon var frælslynd og framburðshugað og dugdi sera væl at vekja áhuga fyri andligum málum. Her hjá henni varð ráðlagt og samrøtt um føroyskan politikk og um andlig mál yvirhøvur, tjóðskaparlig og onnur, og altíð eggjaði hon hendan vinaflokkin, ið leitaði til hennara, at standa stinnan á føroyskum botni. Hon man í hesum hava verið átøk faðirbróður sínum, Nielsi Winther, eins og hon royndi at stuðla monnum til at endurnýggja føroyskan politikk í ta leið, hann hevði stevnt.
Tað kann tykjast løgið í minningarorðum um deyðan mann at gera so nógv burtur úr ommu hansara, men í hesum førinum fellur tað náttúrligt. Trina, sum flutti úr Føroyum eftir at børnini vóru farin vestur um hav, búsettist í Oregon og gjørdist í nýggja heimbýnum Junction City, sum helst ikki hevur verið stórt meira enn ein bygd um tað mundið, ein ómetaliga hátt vird og avhildin miðdepil hjá tí reiðiliga stóra skandinaviska niðursetubólkinum har um leiðir.
Arnold var føddur tann 5. desember 1904 og eftir at hava tikið studentsprógv í 1923, las hann landbúnað, sosiologi og lívfrøði við ymiskar lærdar háskúlar, samstundis sum hann arbeiddi á garðinum hjá faðirinum. Arnold giftist í 1932 við Edith Gravesen, ið eisini var av danskari ætt, og tey høvdu ein son, Egon.
Tríatiárini vóru eisini ein fátæk tíð í Amerika, ikki minst hjá bøndrunum, sum John Steinbeck so meistarliga lýsti m.a. í bókini the Grapes of Wrath, ið lýsir støðuna í grannastatinum hjá Oregon, California. Í 1937 fekk Arnold starv í New Deal átakinum hjá Roosevelt, forseta, og var umboðsmaður stjórnarinnar í Oregon í búnaðarmálum. Hann greiddi einaferð frá, at so lítil peningur var millum fólk, at tann lítla lønin, hann fekk, varð býtt sundur millum skandinavarnar at hava at keypa ta mest neyðturviligu handilsvøruna fyri. Eftir hvat skilst á tí hann fortaldi frá hesi tíðini, varð hansara lívsáskoðan endaliga myndað tá, og hann varðveitti til sín doyggjandi dag eina rættvísiskenslu og umsorgan fyri teimum, ið minni formáddu sær, sum er sjáldsom í okkara tíð. Meðan Arnold starvaðist fyri stjórnina búði hann í Portland. Tá hann gavst, fluttu tey aftur til Junction City, har tey bygdu hús í Dane Lane. Húsini bera týðiligan dám av skandinavisum stíli, og bókasavnið hjá Arnold sigur sína søgu um ein mann við stórum áhuga bæði í sínum uppruna og í samtíðar politiskum og samfelagsligum málum.
Eftir at Trina var deyð og sambandið við ættarfólkið í Føroyum viknaði, gjørdu Arnold og systkinabarnið Helga av at knýta tráðin samanaftur, og í 1962 vitjaðu tey í Føroyum fyri fyrstu ferð at læra landið og fólkið, sum tey høvdu hoyrt so nógv um sum børn frá ommuni, at kenna. Ferðin var sera væleydnað, og tey hittu ein hóp av skyldfólki í báðar ættir. Arnold hevur skrivað eina áhugaverda frágreiðing frá ferðini, og seinni hava onnur vitjað í Føroyum, eins og fleiri úr Føroyum hava notið gestablídni í Oregon.
Í einari grein um føroysku røtur sínar, prentað í einum blaði hjá skandinavum í Oregon, tekur Arnold samanum við hesum orðum: Mínar føroysku røtur? Røtur ganga við hvørt djúpt. Tær fara í mangar ættir at leita sær føði. Røturnar festa plantuna og gera hana føra fyri at standa móti vindi og stormi. Sagt verður, at røturnar á plantum og trøum samsvara við tað, sum er omaná. Tílíkar samanberingar eru áhugaverdar og hjálpa okkum viðhvørt at skilja, men tær kunnu eisini føra okkum av leið. Eftir at eg fór undir at skriva hesa greinina, eri eg kortini meira sannførdur enn nakrantíð um, at eg havi røtur á hesum klettaoyggjum í Atlantshavinum, sum eita Føroyar, og at hesar røturnar eru ein grundstuðul í lívi mínum og hjálpa til at halda sinninum livandi.
Arnold var tann seinasti av sínum ættarliði, men eisini í næsta ættarliðinum er livandi áhugi í at halda sambandinum við røturnar í Føroyum livandi, ikki minst Arnoldi fyri at takka. Hesi orðini eru skrivað til minnis um ein sjáldsaman mann, ið tú fór ríkari frá enn tá tú kom, hvørja ferð tú hitti hann.
Halgir Winther Poulsen