Klaksvíkingar eru framvegis við í kappingini um meistaraskapin. Teir vunnu 4?1, tá FS Vágar vitjaði sunnudagin, men KÍ kennir framvegis stórt trýst á sær. HB er oddalið, og so leingi, sum teir vinna sínar dystir, er tað lívsneyðugt hjá KÍ at fáa fulla úrtøku hvørja ferð.
Hesa ferð fingu teir ein kvøkk tíðliga í 1. hálvleiki. FS Vágar var heilt týðuliga komið til Klaksvíkar at dyrgja eftir javnleiki. Teir høvdu nógv fólk aftarlaga á vøllinum, og teir vóru tættir í verjupartinum. Fyritreytirnar fyri taktiska upplegginum styrknaðu uppaftur meiri, tá John Johansen legði gestirnar framum.
Málið stóðst av eftir fínt snarálop. Klaksvíkingar vóru frammarlaga, tá teir høvdu hornaspark. Vágamenn spældu skjótt út frá málinum, Tór?Ingar Akselsen, sum er mest eyðsýndi vágamaðurin í álopspartinum, streyk avstað í høgru, tá Marek akkurát ikki fekk fatur á honum. Nakað inni á KÍ hálvuni slepti Tór?Ingar bóltinum inn á miðásin til John Johansen, sum dróg eitt sindur, áðrenn hann potaði bóltin framvið Zoltan, ið kendi seg noyddan at fara eitt sindur út úr málinum.
Gestirnir fegnaðust. Teir høvdu umskipað liðið, men í fyrra umfarinum tóktist tað ikki at bila. Miðvingurin Pól Kjartan Thomsen var fyri fyrstu ferð við frá byrjan ? hann var vongverji í høgru ? Eyðfinn Fjalsbak var í miðverjuni saman við Darius (Zilva var leikbannaður), og FS Vágar hevði nógv fólk á miðvøllinum. Birgir Joensen var einsamallur heilt frammi. John Johansen var hangandi álopsmaður, Sonni Johansen var í vinstra og Tór?Ingar Akselsen í høgra borði, og Albert Ari Thomassen og Hannus Olsen royndu at fylla mitt fyri.
Fluttu seg ov lítið
Leiðslumálið hjá FS Vágum órógvaði heilt týðuliga heimaliðið. Klaksvíkingar høvdu bóltin meiri enn tríggjar fjórðingar av tíðuni, men teir høvdu ilt við at spæla seg til møguleikar.
Rógvi Jacobsen skuldi vera miðframherji og harvið lúra eftir møguleikunum í brotsteiginum. Men stílurin og lyndi hjá evnaríka manninum eru ikki í Kurt Mørkøre stíli at bíða og vera lítið í spælinum. Rógvi fór, sum hann plagar, aftur á vøllin fyri at taka lut í uppspælinum. Ætlanin var, at Marek skuldi vera verjukendur miðvallari aftanfyri Jan Joensen og Kristian á Lakjuni, men tað tóktist koma fløkja í, tí Marek lá ofta aftanfyri miðverjarnar báðar.
Sendingarnar tvørturum og aftureftir góvu ikki nógv, men tað eydnaðist klaksvíkingum at javna undan steðginum. Úti í brotsteiginum endaði luftdystur millum Rógva Jacobsen og FS Vágar málverjan Remi Mikotionis við, at innlegg úr vinstru datt niður á vøllin. Harley Bertholdsen var fyrstur á, og úr fjúrtan metrum sendi hann í meskarnar.
Arnold setti ferð í
2. hálvleikur var ikki serliga gamal, tá KÍ framdi tvær útskiftingar. Srecko, sum higartil ikki hevur verið tann álopsstyrkurin, sum tað var roknað við, kom á vøllin fyri Kristian á Lakjuni. Tá fór Rógvi Jacobsen aftur á miðvøllin, meðan Srecko gjørdist miðverji.
Løtu seinni kom Arnold Joensen, sum hevur verið skaddur í nakrar vikur, á vøllin fyri smáskadda Marek, og tá var tað, at tað orduliga glapp hjá KÍ. Arnold tóktist frá beinkinum at hava lisið av, hvat skuldi til fyri at toga mótstøðuverjuna sundur. Hann spældi skjótt og neyvt, reikaði nógv, og tordi at bjóða av. At hann megnaði at sneiða ein og tveir mótstøðumenn av sær, hevði við sær, at vandamiklar støður stóðust av, og tað bar við sær, at KÍ fekk trý mál afturat.
Ove Nysted átti eisini stóran leiklut. 2?1 málið skoraði Ove Nysted, eftir uppspæl í høgru og innlegg frá Arnoldi Joensen. 3?1 málið var brotsspark. Harley Bertholdsen var tryggur úr ellivu metrum, eftir at Ove Nysted var feldur.
Og tá KÍ staðfesti sigurin, vóru tað aftur teir báðir Arnold Joensen og Ove Nysted, sum vóru høvuðsleikarar. Arnold Joensen var staddur í vinstru, tá hann sendi innfyri málið. Har var Ove, sum var staddur einar seks ella sjey metrar úr málinum, so mikið leysur, at hann fekk loyvi at sjonglera við bóltinum nakrar ferðir, áðrenn hann smekkaði í kassan.
Klaksvíkingar høvdu bara ein annan stóran møguleika. Støðan var 2?1, tá Srecko var spældur púra blankur. Hann valdi at smekka til, og málverjin, sum var komin út ímóti honum, hálvbjargaði. Hevði sjálvsálitið og tryggleikin hjá frremmanda KÍ manninum verið størri, so h evði hann ivaleyst valt at lyfta upp um málverjan.
Komandi sunnudag skal KÍ til Runavíkar. Har hevur tað ikki altíð gingið so væl hjá teimum, men KÍ kennir treytirnar. Um teir skulu hugsa um FM, so skulu teir vinna. Vágamenn kenna eisini treytirnar. Um teir skulu sleppa undan niðurflytingarhóttanini, sum hevur hingið yvir teimum alt kappingarárið, so skulu teir fáa stig og helst vinna, tá B68 kemur vestur.
KÍ-FS Vágar 4-1 (1-1)
0-1: John Johansen 10.
1-1: Harley Berholdsen 20.
1-2: Ove Nysted 73.
3-1: Harley Bertholdsen (br.)79.
4-1: Ove Nysted 86.
Dómari: Kim Ejdesgaard
KÍ:
Zoltan Kojundzic ? Harley Bertholdsen, Andrzej Pacek, Jan Andreasen, John Ryan ? Jan Joensen, Marek Wierbzbicki, Kristian á Lakjuni ? Ove Nysted, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni
FS Vágar:
Remi Mikotionis ? Pól Kjartan Thomsen, Darius Magdisauskas, Eyðfinn Fjalsbak, Rimvadis Bakus ? Tór?Ingar Akselsen, Hannus Olsen, Albert Ari Thomassen, Sonni Johansen ? John Johansen, Birgir Joensenm bert hevur onkrar smávegis broytingar av verandi heimastýrislóg. Men henda semja liggur eitt ella annað stað millum uppskot landsstýrisins um fullveldi og uppskot Sambandfloksins til nakrar varligar justeringar av verandi skipan.
Ikki ósamdur
við Hvítubók
Eg eri ikki ósamdur við Hvítubók, tá hon á blaðsíðu 67 sigur, at tað er ynski um grundleggjandi broytingar á trimum viðurskiftum, sum eru orsøkin til hesa fullveldistilgongd. Tað eg her royni at siga er, at eg hóast ikki samdur um fullveldið, so eri eg samdur, at vit mugu fremja hesar grundleggjandi broytingarnar. Tær eru:
?Vit mugu fáa sligið fast, at heimildirnar hjá føroyskum myndugleikum ikki stava frá umboði (delegatión), sum danskir myndugleikar hava givið og kunnu taka aftur.
?Vit mugu fáa sligið fast, at løgtingslógir eru á sama rættarstøði sum fólkatingslógir og ikki kunnu verða trokaðar til viks av fólkatingslógum.
?Vit mugu fáa víðari heimildir til at samráðast og at gera sáttmálar við onnur lond enn tær núverandi.
Men tað, sum eg samstundis royni at siga er, at ikki er neyðugt at fara yvir um ánna eftir vatni. Vit kunnu fremja áðurnevndu grundleggjandi broytingar í einari nýggjari skipan millum Føroyar og Danmark, sum er innan fyri ríkisfelagsskapin. Hetta kann fremjast við einari Sjálvstýrislóg.
Hví fara yvir um
ánna eftir vatni
Stjórnin hevur nú meira enn einaferð boðað frá, at hetta við delegatiónina, sum hevur verið eitt stríðsmál síðan 1948, kann endaliga fáast upp á pláss í einari nýggjari skipan. Forsætismálaráðharrin hevur brúkt orðið ?uigenkaldelighed?, sum merkir, at heimildirnar hjá Løgtinginum kunnu ikki takast aftur. V.ø.o. verður Føroya Løgting hægsti myndugleiki í øllum málum, sum vit hava yvirtikið. Vit fáa evsta vald á yvirtiknum málum - eingin er yvir Løgtinginum í yvirtiknum málum.Tá vit so samtundis við einari Sjálvtýrislóg fáa tikið allar forðingar burtur fyri, hvørji øki kunnu yvirtakast, er vegurin greiður til veruligt føroyskt sjálvstýri og til veruligt føroyskt sjálvbjagni. Tá er avgerðin einsamøll okkara.
Treyt nummar tvey síggi eg sum eina beinleiðis fylgja av, at vit fáa treyt nummar eitt upp á pláss.
Viðvíkjandi tí triðju treytini, so hevur danska stjórnin eisini meira enn einaferð sagt, at vit føroyingar mugu gerast meira sjónligir á tí uttanríkispolitiska økinum, og at føroyingar skulu sjálvir taka avgerðir og føra samráðingar á teimum økjum, sum hava týdning fyri okkum. T.v.s. at vit einsamallir føra samráðingar og gera avtalur á t.d. økjum sum fiskivinnu, handil, mentan og umhvørvi.
Eisini hevur danska stjórnin boðað frá, at um vit nú gera eina nýggja skipan ella eina nýggja Sjálvstýrislóg millum Føroyar og Danmark, so skal henda fráboðast altjóða samfelagnum, soleiðis at umheimurin veit, hvør skipan er galdandi millum hesi bæði londini.
Við hesum grundarlagi ber veruliga til at fara at tosa um reellan sjálvstýrispolitikk í Føroyum. Eg vil fara so langt sum at siga, at okkara uppskot um eina Sjálvstýrislóg er ikki longur eitt alternativ til ætlan landsstýrisns um eitt fullveldi, men hetta er loysnin til veruligan føroyskan sjálvstýrispolitikk, sum kann fáa breiða undirtøku millum manna.
Landsstýrið hevur
gjørt sakina danska
Við einari slíkari gongd verður tað føroyingar sjálvir, sum gera av, hvussu skjótt sjálvstýristilgongdin skal ganga. Hetta kann alt gerast í takt við okkara fíggjarligu og umsitingarligu førleikar. Tá verður hvørki neyðugt at tosa um eina skiftistíð ella, at danskir myndugleikar okkara vegna skulu umsita málsøki, ella at vit missa rættindir, sum vit í dag hava. Tá ber til alla vegin at hava greiðar linjur, har vit føroyingar hava fult tamarhald á gongdini.
Gongdin, sum nú liggur í kortinum hjá landsstýrinum, hvílir á danskan vælvilja. Enntá er man farin so langt, at landsstýrið nú sigur, at próvbyrðan fyri tí sjálvberandi búskapinum er donsk. Danir skulu prógva yvir fyri okkum, at avtalaða skiftistíðin er grundarlag fyri einum føroyskum búskapi. Danir eiga seinasta orðið um føroyskt fullveldi.
Lat okkum fáa sjálvstýrismálið aftur á føroyskar hendur - lat okkum fremja ta loysn, sum júst passar til okkara viðurskifti.
Aftur sum av torvheiðum
Landsstýrið er nú komið heimaftur av triðja umfari, og enn stendur í botni um skiftistíðina. Danir siga 4 ár, meðan føroyingar vilja hava 15 ár. Løgmaður hevur ikki bara einaferð, men fleiri ferðir sagt, at tað verður eingin fólkaatkvøða við bert 4 árum, tí hon hevur ongar møguleikar fyri at verða samtykt. At hon ikki verður samtykt, hevur løgmaður rætt í, men honum tørvar at síggja tann veruleika í eyguni, at skiftistíðin verður bert 4 ár, um so talan verður um nógv samráðingarumfør aftrat. Tí noyðist løgmaður, heldur enn at draga tíðina út, nú taka støðu. Annaðhvørt at ein fólkaatkvøða verður hildin við 4 árum sum skiftistíð ella at leggja kongin og lata aðrar sleppa framat og finna eina loysn, sum kann bera.
Men hvat hendir nú? Ræðast teir nú sítt egna barn? Høvdu teir væntanir um, at alt helt áfram óbroytt, tá loysingin er vorðin veruleiki? Hví bera teir ikki høvdið høgt og siga fólki, at hetta er so teytirnar við einum fullveldis Føroyum, og so taka takið?
Seta framtíðina veð
Sjálvt nú, har landsstýrið egndi við oljuinntøkunum, beit danska stjórnin ikki á. Hugsið tykkum til, at landsstýrið fær seg til at skjóta upp, at danir skulu fáa pant í okkara møguligu oljuinntøkum, pant í okkara arvasilvuri, pant í okkara arvi til okkara eftirkomarar. Hugsið tykkum til, at nú skal fullveldið lánifíggjast. Fullveldið upp á borg - hetta var ein sera mannminkandi støða, vit endaðu í, sum avgjørt ikki stuðlar upp undir okkara eyðkenni sum ein stolt tjóð.
Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta samráðingar undirbyggir bert tann veruleika, at her er veruliga komið vátt í reiðrið millum partarnar. Tað fær ein at hugsa um friðavarðveitandi herlið hjá ST, sum starvast úti í heimi, har kúlur og kanónir er partur av gerandisdegnum, og har fólkið verður dagliga hótt eftir lívinum, og har liviumstøðurnar eru undir øllum lágmørkum. Men soleiðis er ikki støðan her. Vælsignaðir menn stingið fingurin í jørðina. Hava vit eitt danskt yvirvald, um berjir okkara vilja niður? Liva vit dagliga við einari danskari hóttan yvir høvdinum?
Løgmaður plagar ar siga, at vit skulu seta tokið á sporið aftur. Spor og tok er nú ikki serliga føroyskt, so fyri at brúka eina føroyska mynd, so draga vit ikki bátin oman gjøgnum urðargrót, men vit draga hann eftir lunnum, sum syrgja fyri, at hann kemur á sjógv í heilum líki.
Landsstýrið megnaði ikki at flota bátin, men vit eru aðrir sum kunnu leggja teimum lag á.
Takk fyri
Jóannes Eidesgaard