Arsenal kom á odda sjey minuttir inni í yvirtíðini við brotssparki, men fimm minuttir seinni javnaði Liverpool ? við brotssparki. Í 96 minuttir megnaði Liverpool at halda Arsenal frá málinum, tá Cesc Fabregas varð koyrdur umkoll í brotssteiginum. Robin van Persie umsetti til mál og Arsenal bjóðar aftur av í stríðnum um meistaraheitið. Klokkan vísti 102 minuttir, tá Dirk Kuyt við seinasta skotinum í dystinum javnaði við brotssparki, sum kann koma at kosta Arsenal dýrt.
Fyrri hálvleikur var lítið hendingaríkur, har Liverpool fyri tað mesta vardi og Arsenal ikki megnaði at koma til møguleikar. Liverpool hevði aftur í dag 18-ára gamla John Flanagan á høgra bakki. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki gjørdist vinstri bakkurin, Fabio Aurelio, skaddur. Í hansara stað kom bara 17-ára gamli Jack Robinson. Hann gjørdist í fjør yngsti leikarin at spæla fyri Liverpool nakrantíð. Besta møguleikan í fyrra hálvleiki hevði Arsenal miðverjin, Laurent Koscielny, stútaði á tvørstongina(mynd).
Í seinna hálvleiki mátti Liverpool liðskiparin, Jamie Carragher, berast av vøllinum við skaða í høvdinum, eftir at hann rendi saman við viðleikara. Úr Liverpool siga tey, at hann er við síni fullu fimm. Seinni hálvleikur varð meiri hendingaríkur, men Arsenal megnaði framvegis ikki at bróta Liverpool verjuna niður, meðan gestirnir hótti við mótálopi.
Ikki fyrr enn í 96. minutti kom røring í. Jay Spearing, sum møguliga átti brotsspark í fyrra hálvleiki, koyrdi Cesc Fabregas umkoll. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Robin van Persie skoraði trygt til stóra gleði fyri meginpartin av áskoðarunum á Emirates leikvøllinum.
Tá klokkan vísti 102, misti Arsenal alt á gólvið. Eftir fríspark gjørdi Emmanuel Eboué eitt klossut brotsspark móti Lucas Leiva. Dirk Kuyt, sum fyrr í vikuni skrivaði undir nýggjan sáttmála, var tryggur úr ellivu metrum. Arsenal er nú seks stig aftanfyri Manchester United, meðan framvegis liggur á sætta plássi.
Eftir dystin var Arsenal venjarin, Arsene Wenger, í øðini og segði við Sky Sports, at talan var ikki um brotsspark til Liverpool. Orsøkin til nógvu yvirtíðina var millum annað orsaka av skaðanum hjá Jamie Carragher.
Bæði Bolton og Stoke hava staðið seg væl í ár og hvørki av liðnum er í álvarsligum niðurflytingarvanda. Í dag var Stoke greitt oman á, tá liðini hittust í hálvfinaluni í FA Cup á Wembley. Longu eftir ein hálvan tíma var støðan 3-0 til Stoke, sum í finaluni skal møta Manchester City. Endaliga støðan gjørdist 5-0.
Premier League:
Arsenal ? Liverpool 1-1
1-0 Robin van Persie, 90+7 br
1-1 Dirk Kuyt, 90+12 br
FA Cup hálvfinala:
Bolton ? Stoke 0-5
0-1 Matthew Etherington, 11
0-2 Robert Huth, 17
0-3 Kenwyne Jones, 30
0-4 Jonathan Walters, 68
0-5 Jonathan Walters, 81