Arsenal eru uttan liðskiparin, Cesc Fabregas, tá teir í kvøld taka ímóti Porto. Arsenal tapti fyrra dystin móti Porto í Portugal 2-1. Fabregas gjørdist so mikið skaddur leygardagin, at hann ikki er klárur at spæla í kvøld. Arsenal eru eisini uttan William Gallas, meðan Aaron Ramsy, Robin van Persie og Johan Djourou eru langtíðar skaddir. Alex Song og Sol Campbell vóru ikki við í vikuskiftinum, men eru tøkir í kvøld.
Í Firenze tekur Fiorentina ímóti Bayern Munchen. Bayern vann fyrra dystin 2-1, men Fiorentina vóru alt annað enn glaðir fyri dømingina í tí dystinum. Fiorentina er uttan Adrian Mutu, ið enn er leikbannaður, eftir eina positiva dopingsroynd. Bayern hevur trupuleikar í verjuni og tað er møguleiki fyri, at bara 17 ára gamli, David Alaba, fær sítt debut. Hinvegin so hava bæði Arjen Robben og Franck Ribery meldað seg klára.
Báðir dystrnir byrja kl 19.45