Arsenal vann trygt, Liverpool og Chelsea tepurt

1/8 finalurnar í ensku liga-steypakappingini vóru í gjárakvøldið. Arsenal vann trygt 3-0 á Sheffield United á útivølli. Silva skeyt tvey mál, meðan Denilson skeyt tað triðja. Everton mátti gjøgnum longda leiktíð áðrenn teir kláraðu at basa Luton á útivølli. Tim Cahill skeyt einasta málið í dystinum. Felagið hjá Gunnari Nielsen; Blackburn vann 2-1 á útivølli í Portsmouth. McCarthy og Gamst Pedersen løgdu Blackburn á odda 2-0. Kanu minkaði um munin, áðrenn leiklok. Chelsea og Leicester høvdu eina sanna málveitslu á Stamford Brigde. Dysturin endaði 4-3 til Chelsea. Lampard og Shevchenko skoraðu tvey mál í part. Shevchenko skoraði til 4-3 í yvirtíðini. Tottenham fekk ein kærkomnan 2-0 sigur á White Hart Lane ímóti liðnum hjá Claus Bech Jørgensen; Blackpool. Keane og Chimbonda skoraðu fyri Spurs. Manchester City vann grannauppgerðini í Bolton. City fekk brotsspark í 86. minutti, sum Blumer setti í netið. Liverpool er eisini í fjórðingsfinaluni. Liverpool vann 2-1 á Cardiff. Zhar og Gerrard skoraðu fyri Liverpool. Ígjár vann West Ham 2-1 í Coventry. So tað eru bara Premier League feløg eftir í liga-steypakappingini.