Í dag og í gjár blivu tey seinastu átta liðini funnin, sum skulu luttaka í bólkaspælinum í Champions League. Arsenal spældi við tíggju monnum móti endanum móti Besiktas, men kláraði at halda í móti og koma víðari við samanløgdum 1-0 sigri.
Eisini svenska Malmo FF er víðari. Teir vunnu 3-0 á Redbull Salzburg í kvøld. Fyrra dystin vann Redbull Salzburg 2-1, men við sigrinum í kvøld hevur Malmo FF spælt seg víðari saman við Bayer Leverkusen og Atletic Bilbao.
Ludogorets Razgard og Steaua Bukarest spæla í løtuni longda leiktíð um seinasta plássið. Har stendur á jøvnum 1-1.
Í gjár komu Zenit, Apoel Nicosia, BATE Borisov, NK Maribor og Porto øll víðari. Sostatt eru næstan øll 32 liðini nú klár til bólkaspælið. Lutakastið til bólkaspælið í Champions League verður í morgin.