Ársverk og løntakarastørv: Mánadagsavrik

Enn einaferð hevur Óli Breckamann avdúkað, at hann ger við tøl, sum honum lystir. Í valfepuri blandar hann saman hugtøk til ein reypikocktail, sum í roynd og veru er talfusk

Mong hava upplivað at fáa ein lut ? eina seymimaskinu, eitt sjónvarp ella ein bil ? har altíð okkurt er galið. Tað vísir seg at vera ?ein mánadagslutur? ? ein mánadagsmodellur.

Í føroyska blaðheiminum hava vit eisini ein mánadagsmodell. Tað er hitt endurreista Dagblaðið. Eins lítið og hitt gamla, ið máttir lúta fyri marknaðarkreftunum, megnar hetta nýggja at liva upp til tey góðskukrøv, sum eru galdandi í blaðheiminum. Og fyrst og fremst megnar tað ikki at liva upp til kravið um ikki medvitandi at skriva ósatt.

Hetta fingu vit eitt talandi dømi um í Dagblaðnum frá 30. mars ? mánadegnum.

Hjá Fólkaflokkinum er sjálvandi umráðandi ? nú tað stundar til val ? at sannføra fólk um, at tað í Føroyum gongur framá við sjeymílafetum. Og at hetta er fólkafloksins politisku avrikum fyri at takka. Um útsagninar so tola eina nærri granskan er líkamikið. Bara tær tæna sínum endamáli.


Talfusk

Í eini roynd at lýsa øðiliga framburðin, brúkar Óli Breckmann talvurnar um løngjaldingar í nýggjastu Hagtíðindum. Hann vil vera við, at Hagtíðindi vísa, at 3000 ársverk eru komin afturat síðan 1994. Blaðstjórin førir fram, at í framleiðsluvinnunum eru heili 1335 ársverk komin afturat og svarar hetta til ein vøkstur á uml 25%. Í privatu tænastuvinnunum sigur hann, at ársverkini eru vaksin við 1468 ella uml. 20%. Sær sjálvum líkum ?gloymir? hann tølini fyri almennar tænastur.

Síðan ger Óli Breckmann nógv burturúr at greiða frá, at vøksturin í veruleikanum er uppaftur størri enn hesi tøl benda á, tí lønargjaldingarnar eru umroknaðar til ársverk. Tí er talan um ?nógv størri tal av fólki, sum aftur eru farin at fáa eina inntøku, enn tey knapt 3000, sum hagtølini fyri lønútgjaldingar benda á?.

Men júst her kemur fuskið til sjóndar.


Blinda eyga

Hagtølini fyri lønútgjaldingar lýsa júst ikki, hvussu nógv ársverk eru, men einans hvussu nógvir persónar hava fingið løn útgoldnað í vinnugreinini. Og fyri at ongin skal fara skeivur av hesum, er ein stór viðmerking, ið fyllir ein heilan teig í blaðnum, har greitt verður frá, nett hvat tølini lýsa. Har verður m.a. sagt ?Eitthvørt lønandi avrik verður her talt við sum eitt starv, óansæð hvussu lítil upphæddin er, ið goldin verður í løn. Tvs. At nógv telur við sum starv, sum vit vanliga ikki kalla eitt starv, t.d. nógv ið verður gjørt ?framíhjá?, ?eyka?, ella ?við síðuna av?, umframt tað sum fólk vanliga fáast við?. Við stórum stavum verður víst til hesa viðmerking í talvuyvirskriftini.

Niðurstøðan er also, at Óli Breckmann tulkar tølini øvugt av tí tey veruliga vísa. Í veruleikanum er talið av ársverkum væl minni enn talið av løngjaldingum. Júst hvussu nógv minni ber ikki til at siga, men øll vita, at tað eru heilt nógv fólk í Føroyum, sum nærum ongantíð fáa eina fulla arbeiðsviku. Tað kunnu flestu tímaløntu tosað við um. Harafturat eru ? serliga í tænastuvinnunum ? nógv, sum hava parttíðararbeiði. Hesar løngjaldingar verða allar skrásettar og taldar við í yvirlitinum.


Medvitað villeiðing

So týðiliga fyrivarnini eru tikin í Hagtíðindum, kann ongin ivast í at Óli Breckmann medvitandi mistulkar talvurnar. Sjálvur setur hann eina lítla talvu við greinina, og ger annars nógv burturúr at reksa upp tøl og prosentvøkstur ? alt fyri at økja um trúvirði í greinini.

Tað er sjálvsagt, at ein politikari, sum stendur fyri vali, ynskir at lýsa sína støðu so góða sum gjørligt. Men beinleiðis at venda veruleikanum á høvdi og bera fram so villeiðandi propaganda ? tað er ikki bert átaluvert,men beinleiðis forkastiligt.

Hetta lýsir Fólkaflokkin í einum nøtuhylki.


Bergur P. Dam